Við hondbóltskvøðu
Vegna dómaranevndina, Hartvig Joensen
Í smb. við áseting av dómarum til mannsfinalurnar í hondbólti hevur ávíst kjak tikið seg upp, bæði millum manna og í fjølmiðlunum. Eg fari tí at koma við hesum fáu viðmerkingum og eini inniligari áheitan.
Um hondbóltspælið her á landi skal mennast, eru tað fleiri viðurskifti, sum hava stóran týdning. Eitt av hesum er, at tey sum veruliga hava áhuga í spælinum og vilja tí tað besta, flyta seg frá einari heldur nalvaskoðandi hugsan og víðka sjónarringin.
Eitt av aðalmálunum hjá dómaranevndini hevur verið at loysa allar dómararnar í bestu deildunum frá feløgunum og ístaðin innlima teir í eina dómaraeind undir nevndini. Hetta er ikki lætt men letur seg so líðandi gera, við at dómararnir flyta seg longur og longur frá felagshugsanini og ístaðin hugsa um at geva okkurt aftur til hondbóltspælið, sum jú í flestu førum hevur givið teimum rættiliga nógv í farnari tíð. Nevndin, sum situr í løtuni, hevur tað greiðu fatan, at um vit skulu menna spælið, mugu dómararnir gerast so óheftir at feløgunum sum gjørligt. Hetta er millum annað gjørt við tveimum reglum viðv. tilknýti til feløg: 1 – Eingin, sum dømir í bestu deildunum, skal hava tilknýti til nakran Altlantic Airways- ella SunSet hóp. 2 – Eingin, sum dømir í bestu deildunum, skal verða tilknýttur sum limur í nevnd hjá hondbóltsfelagi.
Bakka vit 10-15 ár aftur í tíðina, tá feløgini høvdu skyldu at útvega dómarar til dystir í fremstu deildunum, vóru tað fleiri, sum dømdu av plikt, við tí úrsliti, at ógvuliga stórur munur var á dómaraavrikunum – tá vóru jú eisini fleiri frálíkir dómarar. Sjálvandi er tað framvegis munur á dómarum og avrikum teirra, men tað er ein sannroynd, at dømingin er ment nógv seinnu árini, eftir at man hevur lagt seg eftir at fáa fólk at døma, sum veruliga hava áhuga fyri døming. Ein natúrlig avleiðing av hesum er, at hópurin av dómarum minkar. Í dag eru sostatt 10 dómarar, sum døma dystir í fremstu deildunum, harav 6 áður hava verið tilknýttir Kyndli. Eg dugi ikki at síggja, um Hjalmar Petersen og Ingi Olsen meina, at tey 2 dómarapørini, sum ikki áður hava havt tilknýti til Kyndil, skulu døma allar dystirnar hjá Kyndli, ella um teir meina, at VÍF og onnur feløg skulu hava skyldu at útvega dómarar til fremstu deildirnar.
Tað er rættuliga hugstoytt, at ein fyrrverandi altjóða dómari sum Hjalmar Petersen skal koma við atfinningum sum allar samlar eru grundaðar á felagshugsanina. Hetta er jú sum at tosa um perur og bananir samstundis. Hjalmar tosar sum um vit liva í tí tíðini, tá ið dómararnir hoyrdu til hjá feløgunum, ímeðan nevndin handlar útfrá fyritreytum harí dómararnir eru óheftir. Um Hjalmar heldur, at vit eiga at venda aftur til felagshugsanina, so hevur hann sín fulla rætt til tað, men tann dómaranevndin, sum situr í dag, heldur ikki, at tað er rætta leiðin, og at tað hevði verið til stóran skaða fyri bæði dømingina og hondbóltspælið. Seinasta kappingarár vóru avgerandi finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum sostatt dømdar av dómarum, sum áður høvdu havt tilknýti til annað av finaluliðunum, uttan at tað gav orsøk til høvuðbrýggj frá nøkrum.
Tað undrar meg almikið, at sosialurin letur spælara frá einum av finaluliðunum sleppa at seta eitt stempul á pannuna dómarapørum ímillum finalurnar. Tað ger tað í øllum førum ikki lættari hjá einum dómarapari at virka, um teir frammanundan alment eru stemplaðir av tí eina liðinum. Annars er at siga, at Ingi fellur í akkurát somu grøvina sum Hjalmar - teir eru báðir “gamlir í garði” og hugsa tilsvarandi sum um, at dómararnir hoyra til ávíst felag, og tað gera teir ikki. Við at seta addressuna hjá mótstøðuliðinum á dómararnar hevur Ingi longu borðreitt fyri almenninginum, at um nú VÍF ikki er við yvirlutan, ja so kann mann altíð seta fingurin á dómararnar, sum jú eru frá mótstøðuliðinum – hettar er sera ódámligt og kann als ikki góðtakast. Tí haldi eg, at Ingi, sum altíð í mínum eygum hevur verið ein skilamaður, bæði á og uttanfyri vøllin, eigur at koma við einari almennari umbering fyri at hava sett dómararnar í bás við egnum vinningi fyri eyga. Tað er eisini eitt sindur trupult at skina á hvat ið Ingi meinar, tá ið hann á tí einu síðuni eftirlýsir at Eyðun og Andreas skulu verða meira brúktir, og samstundis kolldømir hann teir sum verandi kyndilsmenn ???. Eg kann eisini viðmerkja, at fyri tveimum árum síðani kappaðust akkurát hesi bæði pørini, heilt fram til strikuna, um tann eina altjóða dómarasessin sum HSF hevur.
Tað framgongur greitt frá báðum viðmerkjarunum, at teir kundu hugsa sær útlendskar dómarar til finalurnar - her at siga, at gera vit tað, so kunnu vit akkurát tað sama gevast við allari døming beinanvegin. Serliga Hjalmar átti at vita, at uttan tær stóru og spennandi uppgávurnar, sum finalurnar jú eru, ja so heldur eingin dómari leingi á.
Eg kann tó bara vera púrasta samdur, tá ið tað snýr seg um at seta nýggjar dómarar við, og her liggur eitt stórt arbeiði fyri framman. Í dag eru einans fimm skikkaði dómararpør virkin, men høvdu vit havt eina rúgvu av skikkaðum dómarum at valt ímillum, so vænti eg at teir stóru vinnararnir høvdu verið bæði dømingin hondbóltspælið.
Áheitan:
Vit fara tí hervið, frá dómaranevndini, at heita á øll, sum varða av og annars hava áhuga í hondbóltspælinum, um at royna at síggja burtur frá felagshugsanini tá ið tað snýr seg um dómararnar - at royna at hevja seg uppum hendan gamla mátan at hugsa uppá og royna at síggja tingini eitt sindur meira úr ervað, til gagns fyri allar partar. Eg farið eisini at heita á øll, sum eru í hondbóltsumhvørvinum um at koma við uppskotum til nýggjar dómarar so skjótt sum gjørligt, tí heldur hendan “heksajakstranin” fram, so vænti eg ikki at tað verða nógvir eftir til næsta kappingarár.
Eg farið at enda við at ynskja øllum pørtunum sum eru við, bæði dómarum, VÍF og Kyndli, áskoðarum og øllum áhugaðum, minst ein – og kanska tveir, góðar og siðiligar dystir.
Góða eyðnu - eg ivist ikki at tað betra liðið vinnur !