Námsvísindaligur granskingardagur

Hósdagin 24. apríl verður eitt alment tiltak í auluni á Frælsinum, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya.

Tíðindaskriv:

 

Á skránni verða fyrilestrar um nútíðar føroyska gransking innan námsfrøði og skúlaskap og eitt pallborðskjak, ið fer at taka støði í spurninginum:Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?

 

Tiltakið er frá kl. 13-16, og tað er ókeypis og opið fyri almenninginum.

 

Skrá:

 

13.00-13.05  

 

Vælkomin á Námsvísindaligan granskingardag, Ingi Heinesen Højsted.

 

13.05-14.00  

 

Minority voices and contact spaces in school education, Kalpana Vijayavarathan-R.

 

Hvussu gerast vit vatnvon?, Helgi Winther Olsen.

 

Barnsins stovnslív 5 til 8 ár og stovnsskiftini tey fara ígjøgnum í Føroyum, Sonja Olsen.

 

14.00-14.10  

 

Steðgur

 

14.10-14.45  

 

At navigera í spenningum millum eina kompensatoriska og eina inkluderandi fatan av samanhanginum millum almenna námsfrøði og námsfrøði: Støðan í Føroyum, Frida Poulsen.

 

Hví skulu vit eftirútbúgva lærarar? - Og hvussu verður eftirútbúgvingartilboðið skipað á Námsvísindadeildini komandi árini?, Hans Harryson.

 

14.45-15.00  

 

Kaffi og afturvið

 

15.00-16.00  

 

Pallborðskjak - Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?

 

Luttakarar: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í Barna - og útbúgvingarmálum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið, Hans á Lag, nevndarlimur í Hjálparfólkafelagnum, umboð frá Kommunufelagnum og Sonja Olsen, Ph.d.-vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini.