Uppreistrarmenninir í Libya hava kært seg um, at NATO-flogførini gera alt ov lítið fyri at steðga herinum hjá Muammar Gaddafi, men nú er líkt til, at okkurt fer at henda. Bretski uttanríkisráðharrin, William Hague, sigur, at NATO skal herðaálopini á Libya fyri at noyða stýrið hjá Gaddafi frá. Tað sama segði franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, í gjár.
-Vit muhu halda fram og herða okkara atgerðir, og tí hevur Bretland sent fleiri flogfør hagar afturat teir seinastu dagarnar, sigur Hague og leggur afturat, at tað hevði nú verið gott, um onnur lond høvdu gjørt tað sama.
Hann vil vera við, at loftálopini hjá NATO hava bjargað fleiri túsund mannalívum.