Nato-lond steðga nú munandi oftari russiska skuggaflotanum, sum verður brúktur til at flyta olju uttan um altjóða revsitiltøk.
Ein kanning hjá Danwatch vísir, at Nato-lond frá januar til juni í ár hava afturhildið, farið umborð á ella kannað í minsta lagi níggju tangaskip, sum hoyra til russiska skuggaflotan. Tað er nærum fimm ferðir so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, tá bert tvey skip vórðu steðgað.
Russiski skuggaflotin er samansettur av eldri tangaskipum, sum ofta sigla undir øðrum flaggi og við skeivum skjølum fyri at sleppa undan altjóða revsitiltøkum.
Samtíðis eru fleiri av skipunum vorðin mál hjá ukrainskum dronum í Svartahavinum, og Ukraina hevur eisini fleiri ferðir í ár lopið á russiskar oljuhavnir við Finnlandsvíkina.
Verjuserfrøðingurin Jens Wenzel Kristoffersen sigur við Danwatch, at gongdin vísir eina greiða herðing í stríðnum millum Russland og Nato.
– Tað skal sera lítið til, áðrenn ein beinleiðis samanstoytur verður millum Nato og Russland, um báðir partar ikki fáa minkað um spenningin, sigur hann.
Hann vísir millum annað á eina hending í Ermasundi, har eitt russiskt herskip skeyt ávaringarskot, tá ein bretskur stuttleikabátur nærkaðist.
Danwatch hevur eisini fingið hendur á upptøkur, sum geva innlit í virksemið hjá russiska skuggaflotanum. Millum annað hoyrist, hvussu týska fregattin Hamburg ávarar eitt skuggaskip um, at tað verður eygleitt undir Nato-atsóknini Baltic Sentry. Á øðrum upptøkum bjóðar eitt russiskt herskip einum tangaskipi hjálp.
Danwatch hevur áður avdúkað, at minst 83 russiskir leigusoldátar í loyndum eru umborð á skuggaskipum í Eystarasalti. Sambært Jens Wenzel Kristoffersen er sannlíkt, at talið fer at vaksa enn meira.
Kelda: Danwatch











