Náttin verður vøkur

Køld luft streymar inn yvir Føroyar av landnyrðingi og norðri, og sunnudagin kemur eitt brúgvalag inn yvir oyggjarnar av vestri. Í næstu viku kemur enn kaldari luft oman yvir oyggjarnar av landnyrðingi, áðrenn brúgvaløg og lýggjari luft nærkast oyggjunum av útsynningi og suðri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, um kvøldið fleyr til gul, undir 6 m/s. Samdrigið og kavaæl um landið. Um náttina eitt lítið lot av norðri ella ymsum ættum, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Leygardagin verður lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og møguliga sól og hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. So líðandi verður skýggjað, men allarhelst turt. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið snarar í ein eystan og landnyrðing og verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Skýggjað og okkurt avfall, yvirhøvur sum regn og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina øtlar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á og hitin millum 2 og 5 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á, sum frá líður vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur til 1 til 4 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men kortini turt. Hitin millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í andøvsgul, 13 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan. Yvirhøvur skýggjað og turt, men seinnapartin stundum regn. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Mikudagin verður sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig.a