Áhugafelagið »12. Maður« varð stovnað í mai 1997, og hevur sostatt virkað í umleið 1 1/2 ár. Ein stovnandi aðalfundur varð hildin, har fimm nevndarlimir vóru valdir.
Niðurstøðan var, at felagið skuldi virka fyri at gera tað stuttligari at vera áskoðari hjá tí føroyska fótbóltslandsliðnum. Og tað sum tá hevði týdning, var at nevndin skuldi umboða so stóran part av landinum sum møguligt. Tí royndu vit at fáa fólk úr Norðoyum, Suðuroy, Vágum og Eysturoy í nevndina. Eg ringdi sjálvur til fleiri fólk at umboða teirra økið, men tað vísti seg at vera ein stórur trupulleiki at fáa fólk at koma í nevndina. Men tað eydnaðist so at fáa ein úr Fuglafirði, ein úr Klaksvík, ein úr Vágum og tveir úr Havn.
Tað fyrsta, sum nevndin gjørdi, var at betra um flutningsmøguleikarnar til Svangaskarð. Til dystin móti Malta høvdu vit bussar í Leirvík, Fuglafirði, Vestmanna og Tórshavn. Tað gekk rímuliga væl, og vit høvdu eini 200 fólk í okkara bussum.
Síðan tann dystin hava umboðini úr Fuglafirði og Vágum meira ella minni melda seg úr nevndini. Tað er sjálvndi spell, tí meiningin var allatíðina at hava umboð úr øllum teimum stóru oyggjunum.
At vit ikki høvdu bussar úr øllum støðum hesuferð, komst einfalt av, at vit ikki høvdu orku til tað. Tað skal rættuliga nógv fyrireikingararbeiði til tílíkt, og tað vóru ikki fólk til meir hesuferð.
At tað er trupult hjá teimum meira fjarskotnu, er eingin loyna. Og kanska serliga hjá vágafólki og suðuroyingum. Av tí sama minkar áhugin fyri landsliðnum, tí tað er so trupult at koma til Toftir. Og tað er júst tað, sum »12. Maður« er til. Vit royna at fáa so nógv fólk inn á Svangaskarð sum møguligt. Men tíverri, so svíkir samferðslan til tíðir. At tað eingin bussur er í Vestmanna, sum koyrir til Svangaskarð, er eisini ein trupulleiki sum FSF eigur at taka upp. Tað er ikki rætt at »12. Maður« skal hava ábyrgdina av at bussar koyra úr Vestmanna til Toftir. At leiga ein buss kostar pening, og vit kunnu ikki leiga ein buss uttan so at minst 25 fólk eru í. Enn hava vit bert tveir limir úr Vágoynni, so tað kann ikki loysa seg, at leiga ein buss til so fá.
Men vit fara avgjørt at rætta handan trupulleikan til næsta ár, tá vit hava fleiri heimadystir. Okkara mál er at hava bussar allastaðni frá, so at fólk ikki skulu hugsa um hvussu tey koma til Svangaskarð.
Og nei, »12. Maður« er avgjørt ikki bert fyri havnafólk!!
Vegna áhugafelagið
»12. Maður«
Regin Egholm