Bjørt Samuelsen
?????????????????
Nogon banker på dörren. Det är Stora Monster. Han som altid ska bestemma ....
Børnini sita pinnastill á bláu pútunum og lurta eftir søguni um lítla skrímslið og stóra skrímslið, sum fara at fiska. Íslendski sjónleikarin Borgar Garðarson lesur fyri børnunum, sum eru komin til mentunarhúsið Luckan í finska høvðustaðnum Helsinki. Undir liðini á íslendinginum, situr rithøvundurin Rakel Helmsdal og blaðar myndirnar fram, so hvørt sum søgan um skrímslini líður.
NEEEEII!!! rópar Borgar, alias Lítla Skrímsl, og smáu børnini hveppa seg við.
Bókin er stuttlig, men kanska eisini eitt sindur óhugnalig fyri tey minstu.
- Teimum dámar jú væl at blíva eitt sindur bangin, serliga tá tað endar væl, flennur rithøvdundurin.
Frumframførsla
Rakel Helmsdal varð boðin til Finnlands at halda "sagostund" í samband við mentunardagarnar Nycel til Västnorden í Helsinki. Her sigur hon søguna um skrímslini og um hvussu tey vórðu til. Barnabókina hevur hon skrivað saman við einum svenskum barnabókarithøvundi - Kalle Güettler - og íslendsku Áslaug Jónsdóttir, sum er rithøvundur og teknari. Finnland fær æruna av at vera fyrsta landið bókin verður sýnd fram.
Men finsku børnini, sum her sita og lýða á, fara ikki at kunna keypa bókina í bókabúðunum, tí hon kemur ikki út á finskum. Bókin kemur á føroyskum, íslendskum, svenskum og donskum ein av nærmastu døgnunum.
Væl móttikin
? Forløgini vóru sera áhugað at geva bókina út, fortelur Rakel Helmsdal, væl heimafturkomin úr Finnlandi. Bøkurnar eru nú prentaðar og liggja á keiðini, meðan bókin er við á bókamessu í Boulogne.
? Svenska forlagið Bonniers tók beinanvegin undir við hugskotinum, og tá var ikki so torført at fáa smærru forløgini við, sigur Rakel. Í Danmark er tað eisini Bonniers, sum gevur út, í Føroyum Bókadeild Føroya Lærarafelags og í Íslandi forlagið Edda.
Bók um teldupost
Tað byrjaði í 2001 á svensku oynni Biskops-Arnö. Á einum skeiði fyri barnabókarithøvundar og teknarar. Skeiðið var lagt til rættis sum ein workshop, har rithøvundar og teknarar vórðu sett at arbeiða saman í bólkum.
? Hvør kom við sínum uppskoti um eina søgu, sum tað bar til at gera í felag, fortelur Rakel.
Tey valdu at arbeiða víðari við søguni um skrímslini, sum var Rakelsa hugskot. Hetta var søgan, tey mettu lættast kundi tilevnast í stuttu tíðini tey høvdu saman. Tá skeiðið var av, var søgan komin væl áleiðis.
? Ofta verða barnabøkur gjørdar soleiðis, at tekningar verða gjørdar til ein skrivaðan tekst, ella øvut. Tað, sum er sermerkt við hesum mátanum at arbeiða uppá er, at tekningar og tekstur verða gjørd samstundis. Tað merkir, at tekningarnar skulu ikki bara vísa tað, sum teksturin sigur, men siga nakað sjálvstøðugt. Myndir og tekstir fylla hvønn annan út, greiður Rakel frá.
Hon hevður ongantíð áður roynt hendan arbeiðsháttin. Og tað er fyrstu ferð Rakel ger myndabók fyri smá børn. Føroyski rithøvundurin hevur lært nógv av hesi royndini.
? Í eini slíkari myndabarnabók er ikki pláss fyri nógvum teksti. Teksturin skal tí vera ógvuliga beinrakin. Tú mást rudda og rudda í tekstinum, til tú hevur ein tekst, sum er lættur, men ikki simpul. Tað er næstan sum at arbeiða við yrkingum, sigur Rakel. Sjálv er hon von at skriva langar tekstir, eitt nú í bókunum um Hugo.
Aftaná skriviskeiðið í Biskops-Arnö, hildu rithøvundarnir fram at skriva søguna um teldupost.
- Ein kom við einum uppskoti um, hvussu søgan skuldi halda fram, og hini søgdu sína meining ella komu við øðrum uppskotum. Myndateknarin gjørdi skissur, og eisini tær vórðu sendar um teldupost.
Kendir rithvundar
Skrímslahøvundarnir hava øll drúgvar royndir. Kalle Güettler er kendur barnabókarithøvundur í Svøríki, og Áslaug Jónsdóttir er kend sum bæði rithøvundur og teknari. Hon hevur millum annað skrivað "Søgan um bláa knøttin", ið er týdd til føroyskt.
Rakel Helmsdal hevur skrivað bøkurnar "Tey kalla meg bara Hugo", "Søgur úr Port Janua", "Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?" og "Drekar og annað valafólk".
? Verður bókin væl umtókt, so kan meira enn so hugsast, at vit koma við einari bók afturat um skrímslini, lovar Rakel
Bókina um skrímsl hava svenski Kalle Güettler, íslendska Áslaug Jónsdóttir, og føroyska
Rakel Helmsdal skrivað. Bókin kemur út samstundis í Føroyum, Danmørk, Íslandi og Svøríki.