Á Alheims Sálarheilsudegnum 10. oktober hevur Sinnisbati valt at varpa ljós á stóra trupulleikan við happing við tiltakinum "Nei til happing. Ja til lívið". Sambært Soffi Egholm, forkvinnu í Sinnisbata, er happing í Føroyum mest at líkna við ein burturtagdan trupulleika, sum fá tora at taka upp. Í Sinnisbata síggja tey avleiðingarnar, við at menniskju eru so sálarliga skadd av happing, at tey illa fáa virka í gerandisdegnum.
Óbótaligar avleiðingar
Í sínum starvi sum psykoterapeutur kemur tað meir enn so fyri, at Soffi Egholm hittir menniskju, sum eru so oyðiløgd sálarliga av happing, at tey hava roynt at tikið lívið av sær, sum eina seinastu roynd at sleppa undan pínuni. Ofta gongur tað lang tíð, áðrenn hesi menniskju gera vart við seg, tí ræðslan fyri at siga frá, liggur djúpt í teimum. Happingin hevur sannført tey um, at tey onki virði hava sum menniskju, og ofta eru tey komin so langt út, at tey halda seg hava uppiborið at verða happað. Ein onnur orsøk til, at tey onki siga, er ofta, at ræðslan fyri at verða happað mest sum hevur lammað tey, so tey ikki fáa hugsa klárt.
Happing skapar happarar
Stóra avbjóðingin og ábyrgdin hjá læraraum, foreldrum og øllum, sum eru um børnini, er at duga at avdúka tekin um happing. Happaði børn hava ofta ilt í búkinum, høvuðpínu, orka ikki at eta, sova illa, hava ilt við at minnast ella fanga, tað, sum verður sagt við tey, ella tað, tey læra í skúlanum. Á sama hátt sæst ofta, at børn, sum annars hava dugað sera væl í skúlanum, knappliga byrja at klára seg illa.
Ein onnur álvarslig avleiðing av happing er, at hon í sær sjálvum ofta ger, at hesi børn seinni sjálvi verða happarar. Hartil vísa kanningar, at um onki verður gjørt fyri at steðga happarunum, gerast tey ofta seinni kriminell, tí tey onki ræðast longur. Soleiðis kann happing skjótt gerast ein ónd ringrás og ein stórur samfelagsligur trupulleiki.
- Endamálið hjá okkum við tiltakinum í miðlahúsinum er at fáa mynduleikar og skúlar til at gera okkurt ítøkiligt við happingartrupulleikan. Fyrsta stigið í hesum er at vekja fólk, so tey síggja álvaran í hesum í eyguni. Og fyrsta treytin er, at vit byrja at tosað opið um tað, sigur Soffi Egholm
Opið hús í Miðlahúsinum
Í sambandi við, at 10. oktober er Alheims Sálarheilsudagur, skipar Sinnisbati fyri tiltakinum "Nei til happing. Ja til lívið" í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánadagin kl. 17.00. Tiltakið verður skipað sum opið hús í millum 17 og 19, har ymsar framløgur verða á skránni. Andreas Petersen, løgtingslimur, leggur fyri, og síðani fara Tormóður Stóra, sálarlækni, Soffi Egholm, psykoterapeut, læarar og onnur at halda fyrilestur.
Soffi Egholm, formaður í Sinnisbata, sigur, at tey hava valt at seta evnið happing á breddan, tí alt ov lítið verður gjørt við hendan trupulleikan, bæði í skúlaverkinum og frá politiskari síðu. Tiltakið er ikki minst ein áheitan á øll um at halda eitt vakið eyga við børnunum, so tekin um happing kunnu verða avdúkað so skjótt, sum til ber.