Neil Young er millum størstu rock- og folkhetjur í tónleikasøguni.
Tað eru í dag 70 ár síðani, at Neil Percival Young sá dagsins ljós í Toronto, Canada.
Kendur er hann sum einstaklingur og við bólki sínum Crazy Horse. Og sjálvsagt sum limur í superbólkinum Crosby, Stills, Nash og Young.
Síðani 1966 hevur hann givið 40 útgávur út, umframt ymisk samstørv við aðrar tónleikarar.