Neistaverjan gav meistarunum ein vals

Hondbóltur: H71 misti eitt týðandi fet í oddastríðnum sunnudagin, tá ið teir púra óvæntað taptu 27-28 ímóti Neistanum í høllini á Hálsi.

Í høllini á Hálsi sunnudagin tók Neistin ímóti meistarunum úr H71. H71 hevði fyri neyðini at fáa tvey stig fyri at halda fast í næstfremsta plássinum í bestu mansdeildini, meðan nýggja Neistaliðið bara hevur sum mál at skava sær nøkur stig saman og leypa varg í hjá øðrum liðum.
Tað sást undan dystarbyrjan, at heimamenninir tóktist serstakliga uppsettir, meðan H71 í vanligum meistarastíli tók tað púra róligt.

Neistin argaði beinanveg
H71 fekk ynsktu byrjanina og kom á odda 3-1, men síðani varð álopsspælið darvað av einari sera væl leikandi Neistaverju og steðgaði málskjótingin fullkomiliga upp. Neistin gagnnýtti at kalla allar møguleikar og komu teir á odda 5-3. Hoyvíkingar royndu at stríða seg inn aftur í dystin, men av tí at stórskjúttin Bogdan Florea longu tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin hevði fingið tvær útvísingar, so var hóttanin hjá H71-álopinum ov lítil at vika bláu verjuna.
Ikki fyrr enn venjaratoymið hjá H71 tók time-out, kom vend í. H71 kom á odda 10-9, men við einari frálíkari løtu undan hálvleikinum slapp Neistin til hálvleiks við 14-11-leiðslu.

Heimaliðið dróg frá
H71 byrjaði seinna hálvleik í undirtali, og tók Neistin av møguleikanum at fáa eina góða byrjan í seinna hálvleiki. Teir komu á odda 18-13, og hesa løtuna var hýrurin stak góður ímillum heimaáskoðarar- og leikarar, sum høvdu ein óvæntaðan sigur í eygsjón. Andras Joensen var ein brandur í skjótálopunum, og tók av hvørjum einasta møguleika, tá ið viðleikarar hansara fangaðu bóltin í verjuni og sendi hann avstað. Eisini Teitur Magnusson var ein somikið støðug hóttan útifrá, at við støðuna 23-19 til Neistan valdi H71 at mansverja hann.

H71 nær við comeback
At mansverja Teit Magnusson pilkaði í stóran mun álopsspælið hjá Neistanum sundur.Tá ið góðir 10 minuttir restaðu í, gjørdi H71 eitt veruligt hál og kom upp á javnt 25-25. Teir høvdu eisini ein gyltan møguleika at leggja seg á odda 26-25, men heldur enn hetta slapp Neistin í álop og Bogdan Florea fekk sín triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hetta gav Neistanum nýggjar møguleikar í einari kroystari støðu, og við eitt var 27-25 til Neistan og tíðin var um at ganga undan hjá hoyvíkingum. Teir settust tó ikki aftur og tá ið tveir minuttir vóru eftir at leika, javnaðu teir til 27-27.
Hetta skuldi tó vísa seg at vera dagurin hjá Neistanum, tí í einum rokmiklum dystarenda var Neistin eitt mál betri og vann dystin 28-27.

Neistin – H71 28-27 (14-11)

Neistin: Teitur Magnusson (7) Andras Joensen (5) Herbjørn Lava (3) Jugoslav Djumic (3) Torstein Balle (3) Beinir Davidsen (3) Terji Mørk (2) Ári Rouch (2) Rói Hansen (1)
Útvísingar: 1x2min.

H71: Bogdan Florea (8) Poul Kjartan Dam (5) Rógvi Sørensen (3) Bogi G. Davidsen (3) Rúni Højgaard (3) Hallur Biskopstø (3) Ári J. Olsen (2) Tróndur Arge (1)
Útvísingar: 6x2min.