Neistakvinnurnar vóru ikki farnar suður um fjørðin fyri at leggja rygg til eitt tap, nei teir vóru farnar fyri at vinna dystin, og hetta kom kanska eitt sindur óvart á heimaliðið, ið helst hevur ?finaludystin? móti Stjørnuni um góðan mánað fremst í huganum.
Gekk javnt á
Fyrri hálvleikur gekk rættuliga javnt á. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og ikki fyrr enn tað nærkaðist hálvleiki, fór heimaliðið nakað frá gestunum, millum annað takkað verið trimum brotskøstum, ið tær fingu síðstu átta minuttirnar fyri steðgin.
Neistin var á odda 8-7 undan teimum seinasu átta minuttunum í fyrra hálvleiki, men so var tað sum um at VB gjørdi ein ordans vørr, so tá ið farið var til hálvleiks, høvdu tær lagt seg á odda 13-9.
Hálvleikurin var rættuliga væl leiktur, men VB átti munin við nøkrum góðum skjótálopum, ið tær dugdu væl at umseta til mál, hóast málverjin hjá Neistanum, Helena Dam Poulsen, spældi ein sera góðan dyst í høllini í Vági sunnudagin.
Í hinum endanum koyrdi álopið hjá Neistanum eisini væl, men gestirnir vóru ikki altíð nóg neyvir, tá ið høvi beyðst, og alt ov nógv skot blivu brend.
VB helt tørn
Í seinna hálvleiki hildu liðini fram, har tey sleptu fyri steðgin. Leikur gekk javnt á, men vágskvinnur høvdu allatíðina munin við nøkrum fáum málum. Spælið hjá føroyameistarunum koyrdi væl, men hinvegin vildu gestirnir úr Havn ongantíð sleppa endanum. Unga neistaliðið tók dystin upp við VB, og hóast heimaliðið eitt skifti í seinna hálvleiki legði seg á odda við átta málum, 24-16, kom spenningur aftur í dystin, tá ið Neistin fór at satsa.
Venjarin hjá Neistanum, Sophus Dal-Christiansen, valdi at mansverja báðar útlendingarnar hjá VB, og tað gav úrslit, tí tveir minuttir fyri leiklok var munurin komin niður á trý mál, og VB var á odda 25-22. Henda góða løtan hjá gestunum kundi roynst enn betur, tí tær loyvdu sær enntá at brenna eitt brotskast, og tær fingu eisini eina dupult-útvísing hesa løtuna.
Tað eydnaðist tó vágskvinnum at gera sær dælt av offensivu verjuni hjá Neistanum síðstu tveir minuttirnir, og tær hildu tí tørn og vunnu dystin 28-23.
Um dystin kann sigast, at tær serliga vóru málmenninir báðir, Asta hjá VB og Helena hjá Neistanum, ið gjørdu vart við seg, tí báðir spældu stak væl. Sum skilst kundi talan eisini blivið um ein enn meiri spennandi dyst, høvdu neistakvinnurnar ikki verið so mikið óneyvar í sínum atsóknum á málið hjá VB.
VB-Neistin 28-23 (13-9)
VB: Daiva Tomaite 11(2); Aukse Vysniaskaite 7(3), Gurið Mortensen 5, Rannvá Augustinussen 2, Margreth Augustinussen 2, Eydis Kjærbo 1
Neistin: Ása Dam á Neystabø 6, Simona Dzigyte 5(1), Lina Andriyte 4, Marjun Tróndarson 2, Susan Brockie 2, Lív Sørensen 2, Vivian Unadóttir 2
Brotskøst: VB 5(5) Neistin 2(1)
Útvísingar: VB 3, Neistin 6
Dómarar: Christian Joensen og Karstin Joensen