Neistin heldur kósini

Neistin-StÍF 33-27 (17-14)

Neistin hevur veruliga funnið stevið, og í løtuni toga teir seg burtur frá StÍF og H71 í dystinum um at røkka finaluplássinum í FM-kappingini í manshondbólti.

Í dag hekk StÍF hampuliga leingi í Neistanum, men tá teir bláu eftir steðgin veruliga settu ferðina upp, beyð ikki bøtur hjá gestunum.

Fyrstu 10 minuttirnar eftir steðgin økti Neistin leiðsluna upp í 24-17, og so gjørdist talan ongan tíð aftur um nakran spennandi dyst.

fyri Neistan skoraði Tróndur Kragesteen 8 av málunum. Bárður Danielsen og Rúni Johansen skutu 7 mál hvør fyri StÍF.