Neistin helt spenninginum

Við at vinna útidystin móti StÍF syrgdu Neistakvinnur fyri, at niðurflytingarspurningurin ikki verður avgreiddur, fyrr enn innanhýsis uppgerðirnar millum bontliðini verða á skránni

Hondbóltur

StÍF hevði í gjár møguleikan at vinna seg heilt úr niðurflytingarvandanum.
Tað tykist ikki, sum um Stjørnan og Tjaldur hava hug at tveita nøkur óneyðug stig burtur, og tí tykjast stig móti Neistanum at vera fremsta vónin hjá teimum trimum niðastu liðunum í teirra stríði um at sleppa úr vandanum.
Men hetta eydnaðist tó ikki hjá StÍF í gjár. Og tað kundi verið lagt aftur, at tað eydnaðist langt ífrá.
Fyrsta korterið gekk hampuliga javnt á, men so skræddi Neistin seg púrasta leyst. Frá 7-7 vunnu tær seg upp á 16-9, og tann munin fekk StÍF ongan tíð vunnið aftur.
Hjá Neistanum er kynstrið fyrst og fremst at halda motivatiónini, nú liðið er at kalla læst á á bronsuplássinum, og fyribils tykist hetta ikki at vera nakar trupulleiki.
Hjá StÍF ræður enn sum áður um at bjarga sær tilveruni í deildini. Enn er liðið fýra stig framman fyri VB, men skal vissa fáast fyri sessinum í deildini, verður neyðugt við sigri á annað hvørt VB ella VÍF.

Fakta um dystin
StÍF-Neistin 24-34 (12-18)
10 min: 2-5
20 min: 7-11
40 min: 16-23
50 min: 19-30
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 10(2), Fríðrun Danielsen 4, Roxanna Bodirlau 3, Adriana Bobra 3(1), Rósa Danielsen 2, Annika L. Petersen 1, Anna Petersen 1
Neistin: Rakul Augustinussen 8, Katrin á Neystabø 6(2), Anja Heinadóttir 5, Marjun Danberg 5, Birita Wardum 5, Lina Andriulyte 2, Jacklin Durhuus 2, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason