Neistin er fyri fyrstu ferð síðani 2016 í Faxe Kondi steypafinaluni hjá monnum.
Tað gjørdist veruleiki tá neistamenn á heimavølli í høllini á Hálsi vunnu greitt 27-21 á KÍF í seinnu hálvfinaluni. Í steðginum var Neistin á odda 14-9. Fyrra hálvfinalan endaði við javnleiki 25-25, og gjørdist sostatt talan um ein samlaðan 52-46 hálvfinalusigur til Neistan.
Toppskjútti hjá Neistanum var Høgni Zachariassen við seks málum. Tróndur Kragesteen skoraði fimm mál fyri Neistan.
Hans Eli Sigurbjørnsson gjørdist toppskjútti hjá KÍF við seks málum. Ási Dam skoraði fýra mál fyri KÍF.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Niklas Reginsson hjá KÍF, ið staðfestir, at KÍF kom illa frá byrjan í dag, og teir haltaðu aftaná. Niklas er kortini nøgdur við bólkaspælið og fyrru hálvfinaluna, men í dag bar tað ikki á mál. Tað gjørdist eisini dýrt fyri KÍF, at Rúni Joensen mátti av vøllinum við skaða.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Trónd Kragesteen hjá Neistanum, ið spældi steypafinalur ímóti Kyndli í 2010 og í 2009. Tá vann Neistin báðu ferðirnar. Nú vónar Tróndur at kunna endurtaka brøgdini frá ungu árunum í Neistanum. Fyri Trónd og viðleikararnar er tað ein stórur lætti, at málsetningurin um at vinna seg í finaluna var greiddur í dag.