Neistin sær ongan

Kvinnurnar úr Neistanum eru á triðja plássinum. Tær fáa ikki stig móti tveimum teimum ovastu, men vinna hvørjaferð móti trimum teimum niðastu. Í gjár fingu tær fult móti VÍF

Uni Holm Johannesen

Hevnd er eitt. Uppreisn er eitt annað.
Kvinnurnar úr Neistanum høvdu av álvara nakað at prógva, tá tær runnu á vøllin í Vestmanna í gjár. Mikukvøldið vóru tær fyri einum eyðmýkjandi tapi í steypakappingini, tá Kyndil úr næstbestu deildini koppaðu teimum bláu. Tí var uppreisn – og ikki hevnd sum fleiri av áskoðarunum úr høvuðsstaðnum tosaðu um - fremst á skránni hjá Daniel Rapa, venjara, og leikarunum í gjár.

Síggja ongan
Við einum fyrimyndarligum stríðsvilja í seinna umfarinum eydnaðist tað aftur Neistanum at vinna móti einum av liðunum, sum er undir tær á stigatalvuni.
Í fyrra hálvleiki sá annars einki út hjá gestunum. Tær gjørdu ov skjótt av í framrættaða spælinum, har tápuligar villur oyðløgdu teimum spælið. Eftir steðgin var betri og beinanvegin vunnu tær hálvleiksleiðsluna hjá VÍF á 15-12 aftur. Neistin vann við 26-24.

Raskar vestmannagentur
VÍF hevur bara eina ferð fingið fult í hesum kappingarárinum. Tað er altíð trupult hjá uppflytarum, sum noyðast at venja seg við aðrar umstøður enn frammanundan. Og við einum sera ungum hópi er einki at siga til, at tað tekur tíð hjá kvinnunum úr Vestmanna.
Men sanniliga eiga tær eisini rós. Hóast keðiligu úrslitini vilja ágrýtnu genturnar framvegis stríðast. Tað vístu tær fyrimyndarliga í løtum í gjár, har royndirnar og dygdirnar vórðu avgerandi tá avtornaði.
Men sum er, sær framtíðin ljós út á kvinnusíðuni í Vestmanna.

Fakta um dystin
VÍF-Neistin 24-26 (15-12)
10 min: 4-2
20 min: 10-6
40 min: 17-18
50 min: 21-23
Málskjúttar
VÍF: Liljan Djurhuus 15(6), Elisa Leo 2, Linda Davidsen 2, Halla Midjord 2, Tóra Seloy 1, Heidi Joensen 1, Katrin Christophersen 1
Neistin: Anja Heinadóttir 8, Jacklin Durhuus 7, Unnur Danielsen 4, Birita Wardum 4, Rakul Augustinussen 2, Lina Andriulyte 1
Brotskøst: VÍF 6, Neistin 4
Útvísingar: Neistin 4
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen.