Ein dystur hevur verið í Hvonndeildini í kvøld. Tað var í høllini á Hálsi, har oddaliðið Neistin tók ímóti Stjørnuni.
Neistin legði bragdliga fyri og kom á odda 5-0 áðrenn Stjørnan kom á máltalvuna, og tað gjørdist eisini til skrædl í fyrra hálvleiki, tí Neistin fór til hálvleiks á odda heili 15-6.
Í seinna hálvleiki var Stjørnan betur við, og tær megnaðu eisini at pynta nógv um, soleiðis at úrslitið at enda gjørdist 30-25 til Neistan.
Neistin er oddalið í Hvonndeildini við 32 stigum, meðan Kyndil er nummar tvey við 30 stigum. Tey bæði liðini hava tveir dystir eftir at spæla, men skulu ikki hittast innanhýsis aftur áðrenn FM-finaluna.
Neistin – Stjørnan 30-25 (15-6)
Neistin: Eir Berg 8, Marjun F. Danberg 5, Brynja Høj 5, Lilja Mohr 3, Birita Ingolfsdóttir 3, Fríða á Dunga 2, Gunnfríð P. Nólsoy 1, Jacklin Durhuus 1, Ása Dam á Neystabø 1, Bára Hansen 1
Stjørnan: Jansy Jacobsen 7, Tóra Eliasen 5, Jórun Nielsen 4, Kristina Poulsen 4, Judith Dam Jacobsen 2, Sonja Sirdal 2, Ella Petersen 1