Neistin stríddi seg til javnleik

Kyndil hevði trumfin á hondini, men tær kláraðu ikki at toga sigurin heim

Tað gjørdist til eitt stig í part, tá granna- og oddadystur varð spældur millum kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli í dag.

 

Og tað er eitt úrslit, sum tær bláu kunnu vera best nøgdar um.

 

Kyndil hevði nevnliga munin størsta partin av dystinum. Fyri steðgin líktist tað einum hampuliga tryggum sigri, og ilt var at síggja, hvussu Neistin veruliga skuldi koma aftur í dystin.

 

Gongdin helt sær, til bara tíggju minuttir vóru eftir at spæla. Kyndil var á odda 23-19, men tær megnaðu bert at skora tvær ferðir seinastu átta minuttirnar. Samstundis fekk Neistin seks mál, og tað var akkurát nóg mikið til at fáa eina stigið - og at halda fast um oddasessin.

 

Í hinum dystinum í dag vann VÍF tryggan sigur á Stjørnuni. 

 

Og tað ber við sær, at tú er rættiliga trongd í oddinum. Javnleikurin í dag ber við sær, at Neistin heldur fast um oddasessin. Tær hava nú 13 stig. Kyndil og VÍF hava bæði 12 stig, og í hølunum á teimum er VB, sum hevur 11 stig.