Mest áhugaverdi dysturin í Sunset-kappingini farna vikuskiftið mundi óivað verða tann á Giljanesi leygardagin, har Søljan fekk vitjan av Neistanum. Hesi bæði liðini síggja út til at verða tey bæði, sum í longdini fara at stríðast um bronsumerkini, uttan at tey tó fáa gjørt nakað við hvørki Stjørnuna og VB.
Avgjørt eftir steðgin
At talan er um tvey rættuliga jøvn lið, sást eisini á øllum brøgdum í fyrra hálvleiki av dystinum á Giljanesi. Tí tá gekk leikur rættuliga javnt á, hóast Neistin hevði leiðsluna ein stóran part av teimum fyrstu 30 minuttunum. Men seinasta korterið togaði Søljan Neistaleiðsluna inn aftur, millum annað tí at Kristina í málinum hjá vágakvinnum veruliga vísti sínar dygdir, tá ið hon fýra ferðir á rað bjargaði brotskøstum frá havnarliðnum. Hetta gjørdi tað gjørligt hjá heimaliðnum at koma upp á javnt aftur, og tá ið farið var til hálvleiks stóð á jøvnum 9-9.
Í seinna hálvleiki vildu neistakvinnurnar tó prógva, at tær hava munin á Søljuni, og tær settu ferð á spælið hjá sær. Hetta gav eisini úrslit, tí spakuliga fóru gestirnir frá Søljuni, og dysturin bleiv avgjørdur.
Longu aftaná fyrstu sjey minuttirnar av seinna hálvleiki hevði Neistin lagt seg fram um við fýra málum, og hóast Søljan royndi at stríðast, so gjørdist einki. Seinastu løtuna av dystinum gav heimaliðið eisini skarvin yvir, og so økti Neistin aftur eitt sindur um leiðsluna hjá sær, so at endaliga úrslitið gjørdist ein tryggur 24-17 sigur til havnarliðið.
Søljan-Neistin 18-24(9-9)
Søljan: Nicloeta Radu Hansen 8(4), Lina Andrulyte 4, Herta J. Simonsen 3, Heidi Maria Akselsen 2, Fía Selma Nielsen 1
Neistin: Simona Petersen 7, Annika Thomsen 6(1), Lív Sørensen 5, Unn Kragesteen 3, Jórun Ludvig 2, Ása á Neystabø 1
Brotskøst: Søljan 5(4), Neistin 5(1)
Útvísingar: Søljan 3(3x2), Neistin 4
Dómarar: Dánjal og Kári Hansen