Neistin-Stjørnan 30-24 (16-9)
Óvæntað men fult uppiborið vann Neistin ein tryggan sigur á Stjørnuni í fyrstu FM-finaluni hjá kvinnum.
Undan dystinum var frá flestu síðum mett, at Stjørnan var stórfavorittur at vinna dystin. Og ivaleyst mundu spælararnir eisini halda, at so var.
Tað gav at bíta, tá Neistin frá byrjan prógvaði, at tær avgjørt vildu spæla við. Fyrstu løtuna megnaði Stjørnan at halda tørn, men tá Neistin um miðjan fyrra hálvleik fór nøkur mál avstað, steðgaði alt upp hjá gestunum.
Í sjálvdrátti royndu tær ein og ein at venda gongdini, meðan Neistin hinvegin helt á at spæla sum eitt lið, og tí var talan um trygga leiðslu, tá liðini fóru til hálvleiks.
Og teirri leiðsluni hevði Neistin ongan hug at sleppa. Stjørnan royndi at seta ferðina upp, men rætta gearið funnu tær ongantíð, og tí kom heimasigurin als ikki í vanda.
Næsta finalan verður spæld í Klaksvík skírishósdag. Verður neyðugt við trimum dystum fyri at finna føroyameistaran, verður tann triði av hesum spældir leygardagin - eisini í Klaksvík.