Bæði handil og skrivstova hjá Nema í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna, skrivar Nema í tíðindaskrivi.
Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum, neyvari sagt, í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21, í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru savnað á somu hædd, so vinnukundar kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna.
Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni ta tænastu og ráðgeving, sum tey kenna frá okkum frammanundan.
Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi. Ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi.
Vit ynskja samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá vit lótu dyrnar upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend og nýggj andlit í nýggju hølunum, skrivar Nema.











