Nephew spælir á G!

G! Festival kunnger í dag at danski bólkurin Nephew, við hálvføroyska frontmanninum, Simon Kvamm, verður eitt av høvuðsnøvnunum á festivalinum í summar. Hetta er triðju ferð, Nephew vitjar í Føroyum og á G!

 

Nephew hava seinastu árini verið millum fremstu og best umtóktu bólkar í Danmark og hava vunnið ein hóp av heiðurslønum fyri útgávur og konsertir sínar.

 

Seinast P3 Live prísin 2010 fyri at vera besti livebólkur í DK.

 

Í summar er Nephew millum høvuðsnøvnini á Roskilde Festivalinum og í juli vitjar bólkurin G!

 

Nephew hava júst spælt eina røð av útseldum hallarkonsertum í DK, har Eivør Pálsdóttir hevur hitað upp á nøkrum teirra.

 

?Nephew fingu eitt veruligt gjøgnumbrot í Føroyum tá bólkurin í 2005 spældi á fyrsta sinni á G! og telist helst millum best umtóktu bólkar í Føroyum yvirhøvur. Hetta sæst m.a. í at bólkurin fleiri ferðir hevur verið valdur ?besti útlendski bólkur? á Planet Awards og teir eru helst hin mest umbidni bólkurin, sum festivalgestir ynskja sær á G!, sigur Jón Tryil, sum er við í fyriskipanini av G! Festivalinum.

 

- Vit eru tí sjálvandi bæði glað og errin at boða frá, at ein av bestu og mest umbidnu live-bólkum í Norðurlondum spæla á G! í summar, sigur hann.