? Men man fyrireikar seg væl. Eg plagi at gjøgnumganga allar spurningarnar væl og virðiliga og seta meg væl inn í alt. Og eg eri ógvuliga bevístur um hvussu eg beri meg at undir próvtøkuni. Eg royni at vera so róligur sum gjørligt, so næmingurin skal kenna seg tryggan, sigur Kári.
Hann sigur, at tað ikki ber til at leggja nakra ætlan um hvussu tú skalt tosa við næmingarnar undir próvtøkuni, tí teir eru so sera, sera ymiskir. Summir koma inn og tosa allatíðina sjálvir, meðan aðrir heldur vilja verða spurdir og leiddir. Hann heldur tó ikki, at nervarnir hava so nógv at siga, sum fólk vilja gera tað til.
? Tað kemur næstan ikki fyri, at næmingar koma upp og eru so darvaðir av nervum, at tað oyðileggur teirra próvtøku. Tað er sera sjáldan, at tú sum lærari gerst yvirraskaður av eini próvtøku. Teir góðu næmingarnir klára seg sum regul væl, meðan teir, ið ikki eru so stinnir, fáa samsvarandi karakter. Tað ganga ár ímillum yvirraskilsini, greiðir Kári frá.
? Tað eru sjálvandi nøkur, ið ikki megna trýstið av próvtøkunum, men tey eru fá.
Kári sigur, at um ein næmingur kemur inn, sum sjónliga er darvaður av nervum, plagar hann at taka tað heilt róligt, og lata næmingin fáa frið at falla til róð, áðrenn hann byrjar at spyrja.
? Man gevur teimum kanska ein leiðandi spurning, og letur tey so tosa. Hóast tað av og á ikki er so nógv høpi í tí, tey siga, so kann man altíð fara afturum aftur og spyrja tey seinni, tá tey eru blivin rólig aftur.
Hann heldur tó, at hansara próvtøkur plaga at ganga ganska ódramatiskt fyri seg. ? Sálarfrøði er ein lærugrein, har tú altíð kanst siga okkurt. Tað er kanska verri við lærugreinum sum matematikk og fysikk, har tað er nágreiniliga vitanin, sum telur.
Men Kári Nolsøe Olsen vísir á, at tað aloftast ikki er nakar munur á ársmetinum og próvtøkutalinum.
? Í allar flestu førum er talið tað sama, kanska eitt, tvey stig við síðunar av. Tað eru undantøkini, ið antin fáa nógv betri ella nógv verri próvtal enn ársmet. So hatta við nervunum er ikki ein so stór sak, sum tað altíð verður uppblást til, heldur hann.
Kári heldur, at próvtøkan saktans kundi verið broytt soleiðis, at næmingarnir fóru upp í bólkum.
? Teir kundu t.d. havt eitt bólkaarbeiði, sum teir løgdu fram fyri sensor, heldur hann.