Nes kirkja 170 ár

Sunnudagin verður hátíðarhald í samband við, at Nes kirkja í ár er 170 ár.

Sunnudagin 1. desember, sum er fyrsti sunnudagur í advent, verður hátíðarhald í samband við, at Nes kirkja í ár er 170 ár.

Í hesum sambandi verður gudstænastan í Nes kirkju sunnudagin klokkan 11. Hetta verður ein familjugudstænasta, har Hans Eiler Hammer, prestur, kemur at tala, umframt at eitt gentukór eisini fer at luttaka.

Eftir guðstænastuna eru øll boðin til døgura í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni.


Heimasíðan hjá Nes kommunu veit í kvøld at siga, at Nes kirkja er bygd í 1843.

- Kirkjan stóð í gerð frá seinast í mai mánaði 1843 til fyrst í desember sama ár. Nær hon er vígd, er óvist, men hildið verður, at hetta varð 1. sunnudag í advent. Tað var Christian Benedictus Garde, ið var prestur fyri Eysturoynna og Føroya próvstur, tá kirkjan varð bygd.

Lagt verður aftrat, at Nes kirkja stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar hava staðið, og talan er í minsta lagi um tríggjar kirkjur.

Tað var David Petersen, ættaður úr Kollafirði, men búsitandi á Strondum, ið stóð fyri byggingini.


- Tað eru nú liðin 19 ár, síðani Fríðrikskirkjan varð vígd. Hetta var eisini 1. sunnudag í advent, 27. november í 1994, og síðani tá hava bert fáar gudstænastur verið í Nes kirkju árliga, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.