Týsdagin 29. desember verður skipað fyri innandurakapping í fótbólti, Nes kommunu Cup, sum kappingin verður rópt. Kappingin verður í fimleikarhøllini í Tofta skúla.
Hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri hesi kapping. Luttøkan undanfarin ár hevur verið stak góð, og væl av áskoðarum hava eisini møtt.
- Kappingin er fyri allar borgarar í Nes kommunu og B68-fjepparar í útlegd. Aldursmarkið er 16 ár, og fýra mans eru á hvørjum liði, men loyvi er at hava ein eykaleikara.
Lagt verður aftrat, at í mesta lagi tveir leikarar kunnu hava spælt í Effodeildini ella í 1. deild í 2015, og í kappingini er pláss fyri 24 liðum.
- Í fjør sluppu kvinnurnar eisini at luttaka, og soleiðis verður aftur í ár, siga tey í Nes kommunu í dag - við neyvari kunning á heimasíðuni www.nes.fo