Joannes í Dali
NET er ikki einans ein vanlig fyritøka. NET er beinagrindin í tilbúgving landsins – ryggurin undir elneti, heilsuverki, sjótrygd, flogferðslu, talgildari samskipan og øllum tí, sum skal virka, tá samfelagið er undir trýsti.
Tí er tað ein trygdarpolitisk avgerð, tá politiska skipanin velur at mergsúgva NET fyri kapital og fíggjarmegi, seinka fipurútbyggingini og brúka uppsavnaðar reservar til annað enn at styrkja tilbúgvingarætlanina. Hetta er ikki bara ein fíggjarteknisk niðurræðing. Hetta er ein beinleiðis sjálvtýning av føroysku trygdini.
Tað er sum at brúka FT og NET sum eina mjólkikúgv við seks neytaboppum: Landið tekur fyrst allan vinningin frá í fjør – 38,4 mió. kr. – og síðani skavar landsstýrið tær krónurnar saman, sum lógu eftir á kistubotninum frá bæði fyrraárinum og árini 2023, 2022 og fleiri ár aftrat.
Fólkins ogn – og duldur skattur.
Fiskivinnan fær framvegis fólkins ogn, fiskin, nærum ókeypis. Stórur partur av vinnuni er í dag útlendsk ogn, men hon verður politiskt vard fyri høgum avgjøldum, tí hon “skal hava ráð til íløgur”.
Í veruleikanum síggja vit, at hesar fyritøkur:
- gera stórar íløgur í hotell, matstovur og fastogn
- keypa seg inn í onnur vinnuøki á landi
- trýsta og oyðileggja møguleikarnar hjá smærru, verandi fyritøkum
Samtíðis verður NET – sum eigur at verja trygd landsins – mergsogin.
Tá landið fær sær vinningsbýti, sum er størri enn veruligur vinningur, er tað ikki “fíggjarlig ábyrgd”. Tað er ein duldur skattur ella duld avgjøld á borgaran. Og tað eru borgararnir, sum missa trygdina, tá beinagrindin í tilbúgving landsins verður sjálvtýnað.
Landsverk – og sami politiski hugburður.
Vit hava longu sæð, hvat hendir, tá undirstøða ikki verður raðfest: Landsverk hevur í áravís manglað neyðugan fígging til viðlíkahald. Vegir forfalla, brýr fella í órøkt, tunnlar fáa ikki nóg mikið av viðlíkahaldi, og gjøld – so sum bilgjøld, vegagjøld og brennievnisgjøld – fara í “stórapottin”.
Hetta er sami hugburður, sum nú sæst við NET:
- undirstøðið verður ikki raðfest
- uppsavnaður kapitalur verður tikin út
- trygd og haldføri verða als ikki raðfest
Munurin er bara, at tá vegir forfalla, gongur ferðslan seinni. Tá digitala beinagrindin forfellur, kann alt samfelagið steðga upp í einari neyðstøðu.
Internet frá SpaceX og Starlink – og vandin við fremmandum kontrolli
Starlink-satellittarnir eru nú tøkir hjá føroyingum. Ferð og góðska eru betri enn vanligt kopar – og til ein triðings kostnað – og verða tey næstu árini enn betri.
Men hetta er geopolitiskt vandamikið, tí Starlink er ein altjóða fyritøka, sum:
- ikki er bundin av føroyskum lógum
- ikki er bundin av føroyskum trygdarkrøvum
- ikki er partur av føroysku tilbúgvingarætlanini
Ein slík fyritøka kann – av politiskum, handilsligum ella trygdarorøkum – sløkkja fyri einum landaøki.
Tá sløkkir ikki bara internetið hjá okkum. Tá sløkkir:
- samskiftið í tilbúgving
- talgild stýring av elneti
- partar av heilsuverki og sjótrygd
- møguleikin at samskipa krisutiltøk
Hetta er ein støða, sum Føroyar ikki kunnu seta seg sjálvar í. Kortini er tað júst tað, vit gera, tá landsstýrið:
- mergsúgva NET fyri 50 mio í kapitali
- seinka fipurútbyggingina
- lata altjóða aktørar yvirtaka samskiftismarknaðin
Niðurstøða: raðfest beinagrindina í tilbúgvingini
Vit mugu raðfesta vinnur, sum verjir landið í neyðstøðum – og ikki vinnur, sum longu hava ov nógv og sum av plásstrot byggja sær pengatangar sum onkel Joakim von And.
Vit kunnu ikki halda fram við at:
- mergsúgva FT og NET fyri kapital, so tilbúgving landsins fer fyri bakka
- samstundis sum givið verður burtur fólkins ogn til vinnur, sum í stóran mun eru útlendskar fyritøkur innan fiskivinnuna.
Tað er ikki skilagott. Tað er ikki rættvíst. Og tað er ikki trygt fyri Føroya land.
Vit mugu raðfesta tað, sum verjir landið. Og tað ger NET – beinagrindin í tilbúgving landsins.











