Nevnarlimur í Miðflokkinum ikki samdur við Jenisi um samkynd

Øll í Miðflokkinum eru ikki samd um at vraka fólk, tí tey eru samkynd

 

Rósa Tyril Gaardlykke, sum er nevndarlimur í Miðflokkinum, hevur heitt á Jenis av Rana um at um at gera greitt fyri almenninginum, at tað ikki er hetta hann ynskir, men hann noktaði - tí kenni eg meg noydda sjálv at melda út, at hetta ikki er nakað, ið allur flokkurin stendur aftanfyri, skrivar hon í lesarabrævi.

– Jenis hevur sjálvandi rætt til sína meining, men eftir mínum tykki er tað eina átalu vert at siga seg ikki kunna samstarva við ein politikara orsaka av hansara privatlívi. Gaman í er tað ikki óhoyrt, at politikarar koma í trupulleikar av hendingum í teirra privatlívi, sum vera sæddar av almenninginum sum ómoralskar (tó serliga um talan er um mál teir hava dult), men grundreglan má vera, at samstarv ímillum politikarar er grundað á politikkin, teir ynskja at føra, heldur enn teirra privatlív, skrivar Rósa Tyril Gaardlykke millum annað.

Lesarabrævið hjá Rósu Tyril Gaardlykke er soljóðandi:

Eingin fer væl av at annar fer illa. - Ein hugleiðing frá nevndarlimi í miðflokkinum.

Týsdagin í síðstu viku var miðflokkurin í andglettinum og formaður floksins, Jenis av Rana, kom tá við einari eftir hondini nógv umröddari viðmerking. Spurdur um miðflokkurin hevði stuðla einum samkyndum forsætisráðharra í Danmark, svaraði hann, at hetta ikki hevði komið uppá tal, orsaka av at samkyndi livihátturin var í stríði við tí grundlóg sum hann persónliga, miðflokkurin og Föroyar hövdu.

Jenis hevur sjálvandi rætt til sína meining, men eftir mínum tykki er tað eina átalu vert at siga seg ikki kunna samstarva við ein politikara orsaka av hansara privatlívi. Gamaní er tað ikki óhoyrt at politikarar koma í trupulleikar av hendingum í teirra privatlívi, sum vera sæddar av almenninginum sum ómoralskar (tó serliga um talan er um mál teir hava dult), men grundreglan má vera at samstarv ímillum politikarar er grundað á politikkin teir ynskja at föra, heldur enn teirra privatlív.

Við síni viðmerking leggur Jenis av Rana upp til at tað er rímiligt at ein samfelagsbólkur verður útihýstur frá ávísum störvum og leiklutum í samfelagnum, vegna tí sannföringina, sum hesin bólkur livir eftir. Eg havi heitt á formannin um at gera greitt fyri almenninginum at tað ikki er hetta hann ynskir, men hann noktaði - tí kenni eg meg noydda sjálv at melda út at hetta ikki er nakað allur flokkurin stendur aftanfyri.

Miðflokkurin ynskir ikki at ávísir bólkar av fólki vera útihýstir úr samfelagnum, men heldur at allir borgarar kunnu luttaka í samfelagnum á jövnum föti. Allir borgarar hava rætt til at liva eftir síni sannföring uttan at vera fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Miðflokkurin sær bíbliuna sum Guds Orð og trýr at tað er gott fyri menniskjað at fylgja boðum Guðs á öllum ökjum í lívinum, men hetta merkir ikki at fólk skulu góðkennast sum verandi nóg kristilig áðrenn flokkurin kann samstarva við tey.

“Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds, og tey vera rættvísgjörd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” skrivar Paulus í Rómbrævinum, og í Ápostlasöguni lesa vit at Jesus sigur “Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrst steinin á hana!” tá fariseararnir koma til hansara við kvinnuni, ið var tikin í hori. Soleiðis eiga eisini vit at vera eyðmjúk og ikki áhaldandi peika ávís menniskju út sum verri syndarar enn öll onnur.

 

Rósa Tyril Gaardlykke

Nevndarlimur í miðflokkinum