Nevndarformaðurin greiðir frá avbjóðingum hjá Bústøðum

Hoyr Jóhann Mortensen fortelja

Í tíðindunum á FM1 á middegi prátaði Árni Gregersen við nevndarformanninin í Bústøðum, Jóhann Mortensen, í sambandi við at ársfrágreiðingin er komin út. Hann segði millum annað soleiðis:

– Síðan síðsta summar hava vit verið í einum ávísum tómrúmi. Samgongan, sum sat undan hesari, legði fram ein bústaðarpakka í desember 2018, og høvuðsstuðulin í tí bústaðarpakkanum var ein fíggingarheimild til at kunna halda fram við at fyrireika og byggja íbúðir, sigur Jóhann Mortensen við FM1.

– Vit roknaðu við, at hendan fíggingarheimildin fór at vera samtykt, áðrenn tingið fór heim í 2019, tí formaðurin í fíggjarnevdnini tá - Bárður Nielsen - segði, at tað var stór undirtøka fyri fíggingarheimildini, men so var hon ikki samtykt áðrenn tingið fór heim, og so fingu vit eitt nýtt landsstýri, sum hevur ávirkað politikkin, sigur hann.

Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.