Nevndi ikki Breivik

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, nevndi ikki Anders Behring Breivik, tá hann talaði á minningarhaldinum í Oslo í morgun til minnis um tey 77, sum doyðu í yvirganginum tann 22. juli í fjør.

-Tað miseydnaðist hjá gerningsmanninum, fólkið vann. Gerningsmaðurin tók mong lív og elvdi til ófatiliga líðing. Ætlanin var, at bumban og skotini skuldu broyta Noreg, men tað norska fólkið tók lógvatak um okkara virðir. Pápar og mammur hava staðið við ta tómu songina og grátið um teirra elskaða son ella dóttir. Og fleiri túsund onnur, systkin, abbar og ommur, vinfólk og felagar hava kent sakn og ráðaloysi, segði forsætisráðharrin.

-Lat okkum æra tey deyðu og gleðast um lívið, segði Jens Stoltenberg at enda, áðrenn hann og Haraldur kongur løgdu tann fyrsta kransin til minnis um tey átta, sum doyðu av bumbuni í Oslo.