NEVZA: Føroyar-Ongland U19 menn byrjar klokkan 9.40

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá Føroyar-Ongland U19 menn í NEVZA flogbóltskappingini í Finnlandi á FM1

Føroyar-Ongland U19 menn í NEVZA kappingini í Finnlandi skuldi upprunaliga byrja klokkan níggju, men dysturin er 40 minuttir seinkaður.

Dysturin er settur at byrja klokkan 9.40.

Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

FM1 hoyrist á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 93,9;  FM 95,5  og  FM 98,7.