Newcastle sett til sølu

Premier League-felagið Newcastle fer í næstum at fáa nýggjan eigara.

Premier League-felagið Newcastle er sett til sølu. Tað boðar felagið sjálvt frá á heimasíðu sínari í dag.


Tað er 53 ára gamli enski milliardingurin, Mike Ashley, sum eigur Newcastle og nú hevur sett felagið til sølu. Hann keypti felagið fyri 10 árum síðani fyri 134 milliónir pund.


Mike Ashley hevur áður víst á, at hann ikki er førur fyri at kappast við stórfeløgini í enskum fótbólti, og hann sigur tað vera best fyri felagið, at nýggir eigarar sleppa framat.


Hann sigur, at hann vónar at selja felagið áðrenn jól, og at prísurin fer at vera tengdur at hvat komandi eigari er fúsur at spýta í framtíðina hjá felagnum.


Newcastle United varð stovnað í 1892 og er í løtuni á 9. plássi í Premier League.