Nena Thomsen,
MAMMA og forkvinna í skúlastýrinum á Skúlanum á Trøðni
Sosialurin hevði í desember nakrar greinar um svimjihylin á Skúlanum á Trøðni, sum hevur staðið óbrúkiligur í trý ár. Støðan er so vánalig a Skúlanum á Trøðni, at tað er syrgiligt. Jógvan á Lakjuni var sera jaligur, tá hann bleiv kunnaður um málið, men samgongan slitnaði áðrenn nakað varð gjørt. Landsverk varðar av málinum, so tey vita ju um hylin, og tað er har feilin er. Jørgin sat, sum hevði hann hevði fingið váttan vøtt, tá eg tók málið upp í Læraraskúlahøllini. Hann er opinbart ikki kunnaður um støðan hjá sínum flokksmanni. Landsverk er jú sum kunnugt ein stovnur undir vinnumálaráðnum, har Bjarni Djurholm er landsstýrismaður.
Men satt er, at skal skúlin nøkta tørvin hjá hesum veikastu børnunum í landinum, so skullu milliónir til. Bygningurin trongir til stórar ábøtur, og lærarviðurskiftini mugu betrast munnandi. ?Nú val er í næstum, og nýggju samgonga kemur til, so mugu vit vóna at okkara børn á skúlanum fáa tað betur. Tí eitt er vist, øll orkan hjá okkum fer við okkara hjartabørnum. Tí umstøðurnar kunnu bara gerast betur. Bygningurin lekur, er fullur av soppi og luktar av fukti.
Hylurin hevur verið stongdur í trý ár so børnini sum hava hillin sum einasta venjingarhyl hava so at siga onga venjing fingið í hetta tíðarskeiðið. Og tað er sera vánaligt, Vit sum foreldur hava ikki orku til at rópa so hart alla tíð men royna heldur at fáa gerandisdagin at hanga saman og finna okkum í ov nógvum. Tað er kanska typiskt føroyskt, hvør kennir ikki orðataki. " tað gongur nokk"
Men tað er at frøðast, at øll hava hylin á tungu nú tá øll lova eina rúgvu. So mugu vit bara vóna, at øll tey gyltu lyftini ikki er gloymd, tá ið valið er av.
Eg skal so vera ein av teimun fyrstu at ynskja nýggju landsstýrisfólkunum tillukku og gera vart við okkum og syndarligu umstøðurnar á Trøðni
Gott val