Neyðin er stór

Tørvurin á sosialari umsorgan í landinum er rættiliga stórur. Serliga í høvuðsstaðnum. Og hóast nógv verður gjørt av sjálvbodnum felagsskapum, er nógv, sum ikki verður rokkið. Pengarnir avmarka hjálpina

Tað verður gjørt ov lítið fyri tey, sum detta niður í millum í samfelagnum. Ikki tí at viljin manglar, men tað gera pengarnir, sigur Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi í Føroyum, sum hevði landsstevnu á Strondum seinasta vikuskifti.

Á landsstevnuni vóru ymsir fyrilestrahaldarar. Eitt nú Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum segði seg gleðast um tað arbeiðið, felagsskapir sum Blá Kross gera.

Nevnt varð eisini, at eitt alment fyribyrgingarráð er á veg, sum skal koma í staðin fyri Rúsdrekka- og Narkotikaráðið.

Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini helt eisini fyrilestur á landsstevnuni. Hon tosaði um samstarv millum felagsskap og forsorg. Eitt nú um tað kundi borið til at latið fólk, sum er undir kriminalforsorgini, til dømis gjørt samfelagstænastu hjá Bláa Krossi.


Stórur trupulleiki

Ein annar fyrilestrahaldari var danin Søren Boe, sum er fyristøðumaður á einum forsorgarheimi hjá Blå Kors í Herning.

Hann greiddi frá tí arbeiði og teimum royndum, tey hava á forsorgarheimum í Danmark. Og hóast Blái Krossur í Føroyum einki heim hevur av júst hesum slagnum, er nógv, sum líkist her hjá okkum, sigur Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi.

Blái Krossur hevur ein búfelagsskap í Kongagøtu í Havn, har heimleys fólk búgva. Ein er í Grønulíð, sum er beinleiðis knýttur at Blákrossheiminum í Lynggøtu.

Ásbjørn Jacobsen ger vart við, at Blái Krossur Føroyar og Blákrossheimið eru skild hvør frá øðrum soleiðis, at tey hava hvønn sín roknskap.

Hóast Blái Krossur, eins og aðrir privatir felagsskapir, ger eitt stórt sosialt arbeiði, verður alla tíðina onkur, sum ikki sleppur upp í part, tí tørvurin og neyðin í landinum eru nógv størri, enn tey flestu geva sær far um, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi. Hann sigur, at tað eru bara pengarnir, sum avmarka virksemið hjá hesum felagsskapum.


Tungt at fíggja

Fíggjarligi stuðulin, Blái Krossur fær frá tí almenna, er ein kvart millión árliga. Og tað røkkur ikki serliga langt til tað arbeiðið, gjørt verður. So sjálvandi koma eisini pengar aðrastaðni frá. Ymiskt tiltøk, leiguinntøka frá teimum, sum búgva í búfelagsskapinum og limagjald til dømis. Blái Krossur Føroyar hevur 1.100 limir.

Tørvurin á sosialari hjálp í Føroyum er stórur, og Ásbjørn Jacobsen sigur, at serliga í Havnini stendur illa til. Tað sæst týðuliga á teimum vitjanum, sum eitt nú kaféin hjá Bláa Krossi, Blákrosstovan, fær. Í mars mánaða vitjaðu í meðal 31 fólk um dagin kaféina, teir dagar, hon var opin. Tí kundi leiðslan eisini ynskt ein ávísan stuðul frá Tórshavnar Kommunu. Men haðani kemur einki. Tá kaféin lat upp, gav Tórshavnar Kommuna tó Bláa Krossi 50.000 krónur sum íløgustuðul. Og tað er eingin loyna, at fáast ikki betri fíggjarligar umstøður, er vandi fyri, at neyðugt verður at stongja kaféina, sigur aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Ásbjørn Jacobsen.

Kaféin Blákrosstovan er eitt stað, har fólk koma at søkja sær sosiala samveru, tosa við onkran, sum kann hjálpa teimum, kanska fáa antabus og so framvegis. Stórur partur av teimum, sum koma har, eru fólk, sum á einhvønn hátt eru komin tvørt fyri av rúsevnismisnýtslu. Hetta eru fólk í øllum aldri og av báðum kynum, sigur Ásbjørn Jacobsen. Tó eru tað mest menn, sum vitja.

Eisini koma nógv avvarðandi umframt onnur, sum bara støkka inn á gólvið. Opið er mánadag til fríggjadag frá klokkan 14 seinnapart til klokkan 22 á kvøldi.

Blákrosstovan liggur í Kongagøtu í Havn við síðuna av Blákrossbúðini, sum selur brúkt klæði.


Gamal felagsskapur

Blái Krossur er altjóða felagsskapur, sum varð stovnaður av sveisiska prestinum Louis-Lucien Rochat í 1877. Eftir at hava sæð neyðina, rúsdrekka hevði við sær, kendi hann seg kallaðan at byrja hjálpararbeiði fyri hesi fólkini. Í dag er Blái Krossur í 40 londum í Europa og Afrika.

Í endamálsorðingini stendur soleiðis:

Blái Krossur Føroyar hevur til endamáls við Guds og Hansara orðs hjálp

-at hjálpa menniskjum, ið eru illa stød av rúsdrekkaávum

-at fyribyrgja, at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni

-at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi

-at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.

Blái Krossur er ein kristiligur hjálparfelagsskapur, sum setur limum sínum ta treyt, at tey skulu vera avhaldandi.

Í Føroyum ger felagsskapurin tað, at ferðast verður runt til skúlarnar, har næmingarnir fáa møguleikan at gera sonevndar rúsfríar avtalur. Avtalan er, at ungdómurin bindur seg til at vera rúsfrían í eitt ár í senn. Í løtuni eru 600 ungdómar, sum hava skrivað undir hesa avtaluna, sigur Ásbjørn Jacobsen.

Ásbjørn Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, sigur, at tað kann gott vera, at Blái Krossur ikki hevur marknaðarført seg nóg væl sum ein hjálparfelagsskap. Fólk seta mest felagsskapin í samband við fráhaldssakina sum so og hugsa ikki um tað hjálpararbeiðið, felagsskapurin ger.

Tað starvast fýra fólk fast hjá Bláa Krossi Føroyum. Høvuðsskrivstovan er á Glyvrum, har tey trý halda til. Ein teirra ferðast tó fast út á skúlarnar at geiða frá um rúsfríu avtaluna. Fjórða starvsfólkið er leiðarin á kaféini Blákrosstovuni í Havn.

Umframt gevur Blái Krossur Blákrossblaðið út fýra ferðir árliga.