- Vit skulu hava undirskot á fíggjarlógini – og tað stórt eisini.
Tað eru tey einføldu ráðini, sum búskaparfrøðingurin, Johnny í Grótinum,
hevur at geva samgonguni.
Johnny í Grótinum var eitt skifti formaður í Búskaparráðnum og nú
gevur hann sítt íkast til kjakið um ætlaða kreppupakkan hjá samgonguni
Hann staðfestir, at í búskaparpolitiskari ráðgeving er ofta neyðugt at taka
atlit til ymisk og mótstríðandi árin av ítøkiligum átøkum.
Hann sipar til Ronald Reagan, sum skal hava sagt, at hann ynskti sær ein búskaparfrøðing við einum armi sum ráðgeva. Tí hvørja ferð hann bað um ráðgeving frá búskaparfrøðingunum, so var svarið “On the one hand ... but on the other hand...”
- Men fyri at geva góða búskaparfrøðiliga ráðgeving til Føroya Landsstýri í
verandi búskaparstøðu nýtist ein ikki fleiri armar, staðfestir hann.
Stórt hall neyðugt
Og hann staðfestir rætt og slætt at sum búskaparliga støðan er nú, eru tey
einføldu ráðini, at vit skulu hava hall á fíggjarlógini – og tað stórt
eisini.
Hann sigur, at stendur landsstýrið við lønarhækkingina í heyst upp á 3% fyri 2010 og aðrar rakstrarútreiðslur somuleiðis hækkað 3%, eru útlit til, at undirskotið á fíggjarlógini fyri 2010 at nærkast 800 miliónum krónum.
- Rørt hevur verið framundir, at kredittvirðið hjá landinum stendur upp á
spæl, um lántøkan næsta ár verður størri enn 500 miljónir krónur. Tí eru
embætisfólk í fíggjarmálaráðnum farin at arbeiða yvir fyri at finna sparingar fyri 300 miljónir krónur.
Tað er júst hetta, sum tykist at vera sjálvt grundstøðið undir kreppupakkanum hjá landsstýrinum, tí ført hevur verið fram, at hallið má undir ongum umstøðum fara upp um 500 milliónir, tí so er vandi á ferð.
Sjálvt grundstøðið er skeivt
Men Johnny í Grótinum er púra ósamdur í hesum og sostatt heldur hann, at
sjálvt grundstøðið undir ætlaða kreppupakkanum hjá landsstýrinum er skeivt.
- Tað er heilt burturvið at siga, at ein skuldabyrða av hesi støddini fer at seta okkara kredittvirði í vanda. Tvørturímóti kann kredittvirðið hjá landinum fáa óbótaligan skaða, um landsstýrið nú setur ein tálmandi politikk í verk, tí sum búskaparliga støðan er nú, er tað í andsøgn við alt búskaparfrøðiligt vit og skil, sigur Johnny í Grótinum.
Hann vísir á, at í dag hevur landið eina nettoogn á umleið eina milliard
krónur.
- Við einum undirskoti upp á eina milliard í 2010 og eina milliard í 2011,
kann landið fáa eina nettoskuld á eina milliard krónur, sum svarar til sløk
8% av Bruttotjóðarúrtøkuni.
- Hetta kann á ongan hátt skaða okkara kredittvirði, soleiðis sum búskaparstøðan er nú, sigur Johnny í Grótinum.
Langt frá pínumarkinum
Hann sigur, at vit eru tvørturímóti langt frá pínumarkinum, tí hann sigur, at okkara nettoskuld hjá tí almenna skal minst upp á eina fýra, fimm milliardir, áðrenn nakrar reyðar lampur fara at lýsa.
- Tað skal sjálvandi ikki vera endamálið at seta okkum í stóra skuld, men
vit skulu heldur ikki ræðast at seta okkum í eina burðardygga skuld fyri at
halda samfelags hjólini malandi, sigur Johnny í Grótinum.
Hann leggur afturat, at skuldu føroyingar havt eina skuld, sum minnir um
tað íslendsku, skuldu vit havt eina skuld upp á einar 150 milliardir krónur.
Gera kreppuna djúpari
Johnny í Grótinum er samdur við landsstýrinum í at tað er neyðugt at gera
bygnaðarbroytingar í fíggjarlógini og at skera ymsar útreiðslur burtur, sum
ikki hoyra heima hr og sum skeikla búskapin, eitt nú sjómannafrádrátt,
rentustuðul og aðrar stuðlar.
- Hetta er bara ringast hugsandi tíðin at gera tað, sigur hann.
Hann sigur, at í longdini fara slík tiltøk at føra til ein sterkari búskap,
men í fyrstu atløgu fer tað at tálma búskapinum og tað er avgjørt ikki tað,
vit hava brúk fyri í teirri kreppustøðu, sum er nú.
- Frammanundan er privata nýtslan og privatu íløgurnar nógv minkað, samstundis er útflutningurin nógv minkaður.
- Men fer tað almenna so eisini at seta tálmandi tiltøk í verk, sum støðan er nú, fer tað at gera kreppuna djúpari enn neyðugt er, heldur fyrrverandi formaðurin í
búskaparráðnum.