Neystapláss í Kollafirði

Sera stór ynski eru frá bátaeigarum í kommununi at sleppa at byggja neyst. Hetta er avgjørt eitt ynski, sum væl ber til at ganga á møti, tí í Kollafirði hava vit ein langan fjørð, har stór øki kring fjørðin eru sera væl egnað til neystabygging. Tó er neyðugt í fleiri førum at broyta verandi byggisamtykt,  um hetta skal lata seg gera, men her er vert at nevna, at tað í løtuni verður arbeitt við at broyta byggisamtyktina fyri Kollafjørð, so útlitini skuldu verið góð fyri at sæð fleiri nýggj og nýmótans neyst við fjørðin í komandi tíðum.

Við bátahylin og inni millum Bóla eru bygd fleiri neyst. Inni millum Bóla eru neystini bygd sjey í hvørjum raði. Hendan neystabyggingin eru ikki liðug enn, tí í triðja og seinasta raðnum eru bara tvey neyst bygd higartil, so her er upplagt at fáa greiðu á, um hesi írestandi fimm neystini verða bygd við verandi leigarum ella ikki, tí tað eru sum sagt fleiri onnur, sum heldur enn fegin vilja byggja sær eitt neyst.

Millum Bóla er upplagt at byggja eitt rað við sjey neystum afturat uttan fyri verandi neyst. Kommunan eigur omanfyri liggjandi lendi.

Eisini á Oyrareingjum eigur kommunan eitt stórt øki,  sum er sera væl egnað til neystabygging. Hetta økið liggur eystan fyri ídnaðarøkið. Her tosa vit um pláss til fleiri tíggjutals neyst.

Fleiri aðrar kommunur hava verið við til at skipa fyri líkandi neystabygging við sera góðum úrsliti, so her skuldi ikki verið neyðugt at uppfunnið djúpa tallerkin. Og tá hugsi eg serliga um møguleika hjá fólki eisini at byggja íbúð á neystaloftinum, og hvussu kommunan annars kann skipa eina slíka neystabygging.

Eisini eru privatir ognareigarar í Kollafirði áhugaðir í neystabygging.

Samanlagt so eru sera góðir møguleikar fyri at fáa nýggj og nýmótans neyst bygd í Kollafirði, men tá er sum sagt neyðugt við broyting av verandi byggisamtykt. Um eg verði valdur, so fari eg at arbeiða fyri hesum møguleika.

Jákup Dam,

býráðslimur og valevni á lista E