Tað eru fýra viðurskifti, sum kunnu koma upp á tal, tá tað kemur til skelting.
Fyrst og fremst skal eitt byggiloyvi til frá kommununi at seta eitt skelti upp. Um ein lendiseigari søkir um loyvið til at seta eitt skelti á sítt lendi, so skal ein byggisamtykt til frá kommununi.
Ferðslunevndin viðger so málið og kemur við einum tilmæli um tað skal verða loyvi ella ikki. Men í síðsta enda er tað so løgreglan, sum ger av, um skeltið kann setast upp, ella um tað órógvar ferðsluna ov nógv.
Har eru trý ymisk viðurskifti, sum gera seg galdandi. Men so er eitt fjórða, sum eisini kann gera seg galdandi. Og tað er náttúrufriðingarlógin, sum sigur, at onki má byggjast á friðaðum lendi. Í hesum førinum er tað serliga skelti, sum standa langt frá vegnum, sum eru upp á tal. Til dømis stendur eitt stórt skelti, tá ein kemur til Hósvíkar norðanífrá.
Onkur hevur havt fyri, at náttúrufriðingarlógin átti at banna hesum, tí har víkingar í fornu tíð komu grulvandi á land, stendur í dag ein stór Jolly fløska.
Greiðari reglur
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at býráðið hevur samtykt greiðari reglur um júst hesi viðurskiftini, men tær eru ikki kunngjørdar enn.
? Skelting er so ræðuliga nógv. Og tí er tað torført at koma við neyvum reglum. Eitt lítið skelti úti á Reyni kann til dømis verða til nógv størri ampa í ferðsluni enn ein stór lýsing í miðbýnum, vísir borgarstjórin á.
Hann sigur tó, at ongin kann bara seta eitt skelti upp, og so vísir hann til omanfyrinevndu reglur og sigur, at so vítt sum hann veit, er onki rullandi skelti sett upp í býnum uttan loyvi.
? Um ein ætlar at seta eitt skelti upp, skal ein søkja um loyvi til tað. Tað er høvuðssakin í hesum her, sigur Jan Christiansen.
Hann leggur afturat, at í hesum valdøgum hevur kommuna sent út skriv til politisku flokkarnir og biðið teir vísa fyrilit og ikki heingja valplakatir upp á privatar ognir. Eisini sigur hann, at løgreglan hevur ofta tikið valplakatir niður av ljóskurvunum, tí tær verða mettar at órógvar ferðsluna ov nógv.