Eitt uppskot um at seta minstamark fyri, hvussu nógvar kvinnur skulu vera í nevndum í vinnufeløgum í ES, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaði, fær neyvan meiriluta, tá tað kemur til viðgerðar í ES-nevndini í morgin.
Eftir reglunum er tað nóg mikið, at uppskotið fær vanligan meiriluta, men leiðandi embætismenn í Bruxelles siga, at sum er ætla bara átta av teimum 27 limunum í nevndini at atkvøða fyri einum minstamarki. Hinvegin vita teir um 11 limir, sum eru ímóti.
Millum teir kommiserarnar, sum eru ímóti uppskotinum um kvinnukvotu, er uttanríkiskommiserurin Cathernie Ashton og danski kommiserurin Connie Hedegaard.
Hagtøl hjá ES vísa, at 13,7 prosent av nevndarlimunum í vinnufeløgum í ES-londunum eru kvinnur.