Niðrandi viðgerð av Fountain Húsi

- Niðurgerðandi viðgerðin, har politisku umboðini fyrst tóku so hjartaliga synd í teimum sálarsjúku, men tá á stóð vendi teimum bakið, var ikki neyðug. Men viðgerðin vísti júst muruna í borgarliga partinum av okkara samfelag.

Tað sigur ein vónbrotin Mortan Rasmussen, eftir at løgtingið um dagarnar feldi uppskot um at játta pengar til at seta á stovn eitt Fountain Hús í Føroyum.

Mortan Rasmussen er pápi Rasmus Rasmussen, ið var sálarliga sjúkur og andaðist á ungum árum. Í kjalarvørrinum á andlátinum vórðu stig tikin til at seta á stovn eitt tilboð til fólk við sálarligum trupulleikum, eitt Fountain Hús. Men í vikuni feldi løgtingið eitt andstøðuuppskot um at broyta forsorgarlógina, soleiðis at heimild er at játta pengar til eitt tílíkt hús, hvørs endamál er at hjálpa fólki við sálarligum sjúkum at fóta sær aftur.

Í tíðindasendingini á middegi á Rás2 greiddi Mortan Rasmussen soleiðis frá: