Stefan í Skorini
Berg Vatnhamar og Jógvan Júst Olsen hava tikið yvir sum venjarar hjá LÍF, nú Hans Mourits Foldbo fer av landinum. Nýggju venjararnir megnaðu tó ikki at fáa fulla úrtøku burturúr botndystinum móti Royn, og LÍF er nú bara eitt stig frammanfyri niðasta liðið, sum er Royn. Hetta var tó ein lítil uppreisn hjá LÍF eftir 5-0 avsmurningin móti NSÍ seinasta vikuskiftið.
LÍF hevði yvirvágina í fyrra hálvleiki, men hóast tað so vóru tað suðuroyingarnir, sum løgdu seg framum. Spælandi venjarin hjá Royn, Zoran Mancic, royndi seg við skoti, sum fór dygst úti við stongina og í málið. Hetta var tá bara fimm minuttir fóru farnir. Hetta var eisini stórt sæð tað, sum hvalbingar høvdu at bjóða uppá fyri steðgin, men tað var eisini nóg mikið hjá teimum. LÍF hevði bóltin meira í fyrra hálvleiki, men hóast leikligu yvirvágina høvdu teir ikki nógvar málmøguleikar, og tá liðini fóru til hálvleik var Royn frammanfyri 1-0.
Eftir steðgin sendi LÍF nógv fólk fram á vøllin fyri at fáa tað útjavnandi málið, og tað lá eisini í luftini, at leirvíkingar fóru at skora fyrr ella seinni. Tað gjørdist eitt øgiligt trýst á Royn málið, men einki kom burturúr, hóast fleiri málmøguleikar. Royn hevði eisini ein møguleika í seinna hálvleiki, men Allan Mikkelsen fekk einki burturúr, tá hann kom at standa væl fyri.
Tá tíggju minuttir vóru eftir, fekk heimaliðið at enda mál. Hornaspark varð sent innfyri, og Sigfríður Olsen sendi bóltin í netið til endaliga úrslitið 1-1. Áðrenn tað hevði Páll Suni Dam havt eitt dundrandi langskot á tvørstongina, sum tó fór útaftur í spælið. Eftir útjavnandi málið hevði Signar á Reynatrøð ein góðan møguleika at skora vinnandi málið, men hann sendi sítt skot omanfyri, tá hann kom at standa fríur beint uttanfyri málteigin.
Hesin dysturin hevði stóran týdning fyri niðurflytingingarstríðið, tí hesi bæði liðini stríðast í botninum saman við KÍ, GÍ og HB, sum eisini eru kandidatar at flyta niður. LÍF er tvey tey seinastu árini endað á øðrum plássi í 2. deild, men báðu ferðina hevur liðið tapt fyri Sumba í dystinum um at sleppa upp í 1. deild. Í ár er tó øðrvísi, og nú hugsa leirvíkingar mest um at verða verandi í 2. deild.
LÍF-Royn 1-1(0-1)
0-1: Zoran Mancic
1-1: Sigfríður Olsen