Niðursjóðað toskarogn góvu hall

Bornholm A/S hevur niðursjóðingarvirki í Nexø og í Íslandi og marknaðardeild í Rødovre.

Men tað hevur ikki víst seg, at fyritøkan hevur tjent nakrar pengar í hesi framleiðslu og øðrum niðursjóðaðum vørum í farna ári. Eftir skatt hevði fyritøkan í fjør nevniliga eitt hall á 6,6 mijónir krónur.

Sagt verður, at Bornholm A/S hevur latið aftur eina verksmiðju í Noregi, sum ikki tjenti pengar heim til felagið.

Leiðslan er ikki nøgd við úrslitið í fjør, men heldur, at avgerðin um at lata verksmiðjuna í Noregi aftur verður við til at betra um úrslitið í ár.

Bornholm A/S væntar eitt avlop í rakstrinum í ár á umleið 5 miljónir krónur, og í fyrsta fjórðingsári í ár var fyritøkan framman fyri ætlaða úrslitið higartil í ár.