Niðurtúrurin varð eitt undur

Samstundis sum danska hondbóltsstjørnan Rikke Nielsen lá í sakarmáli við felag sítt, gjørdist hon sjúk av krabbameini og fekk eitt barn við Downs syndromi. Leygarkvøldið greiðir hon frá sínum upplivinum í sendingini Hvonn Live á Rás2

- Hvat er hatta, tú hevur á hálsinum?

Tað er sjeikurin hjá Rikke Nielsen, fyrrverandi donskum landsliðsspælara í hondbólti, sum spyr.

Rikke Nielsen er mitt í einum sakarmáli ímóti sínum fyrrverandi felag, hon er við barn og er í holt við at leggja brúdleypið hjá teimum til rættis. So knúturin á hálsinum stendur ikki fremst í køini, og tað mann ikki verða nakað, heldur hon.

Men hon fer skeiv. Hon fær staðfest krabbamein, og barnið, sum hon føðir, vísur seg at hava Downs syndromið.

Men tað, sum líkist størsta niðurtúrinum í lívinum, endar sum eitt undur.

Leygarkvøldið verður Rikke Nielsen við í sendingini Hvonn Live á Rás2. Hon fer at greiða frá sínum upplivingum, um at merkja tær keðiligu síðurnar av elituhondbólti, men samstundis, hvussu týdningarmikið tað er at læra av lívinum, tá ið tað sær svartast út.


Atomic Kitten

Í sendingini leygarkvøldið vitjar eisini komandi borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim. Vit spyrja 30 ára gamla politikaran, hví tað hevur gingið so skjótt upp á tindin. 

Niels Petersen er blivin landskendur sum tann ídni – og til tíðir óstýriligi – útvarparin á TB rásini. Hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann útvarpar dystirnar hjá TB. Prátað verður við Niels Petersen um útvarping, um at taka rívan til, og um at liva seg inn í TB-dystirnar.

Live-tónleikur verður við Lív Næs.

Hvonn Live er á skránni hjá Rás2 leygarkvøldið kl. 20.00.