Fótbóltsval
Jákup Mørk
Komandi vikuskifti verður aðalfundurin hjá FSF, og sum eitt av føstu punktunum á skránni standa nakrir av nevndarlimunum fyri vali.
Av vanligu nevndarlimunum standa Óli Holm og Jens Erik Magnussen fyri vali, og sum skilst stilla teir báðir upp til afturval. Hartil hevur Royn skotið upp, at Sveinbjørn Dánjalsson skal veljast í nevndina.
Eisini stendur Børge Barclay Hansen fyri vali. Børge hevur í fjórðingsøld verið partur av nevndararbeiðinum í føroyskum fótbólti. Eitt avrik, sum hann í vetur fekk heiðursprógv frá ÍSF fyri, men hóast hetta, so tykist hann ikki hava nakrar beinleiðis ætlanir um at pensionera seg sjálvan.
Einsamallur verður hann tó ikki í uppskoti, tá varaformaðurin skal veljast. Av skrivstovuni hjá FSF verður nevnliga váttað, at Niclas á Liðarenda er stillaður upp sum mótvalevni. Tað er GÍ, sum hevur skotið fyrrverandi FIFA-dómaran upp til hetta, og einki er at ivast í, at hann hevur góðar møguleikar at verða valdur.
Ígjøgnum dómarayrki sítt hevur hann í øllum førum fingið stóran persónligan kunnleika til flest øll fótbóltsfeløg í landinum, soleiðis at hesi væl og virðiliga vita, hvat persónurin stendur inni fyri. Sum dómari og limur í dómarafelagnum hevur hann hann eisini í fleiri ár verið ein av drívmeginum aftan fyri arbeiðið at fáa dómarastættina til ein meira viðurkendan lim í fótbóltsfamiljuni, og síðst men ikki minst, so kann kanska júst hann verða rætti maðurin at endurskapa samstarvsstevið millum FSF og Fótbóltsdómarafelagið. Eitt samstarv, sum fekk nøkur álvarslig skot fyri bógvin fyri nøkrum árum síðani, men sum hóast alt er batnað nógv aftur.
Fá innkomin mál
Vanliga er tað so, at tað eru hampuliga nógv mál, sum verða tikin upp til støðutakan á aðalfundinum hjá FSF, men sum eitt undantak tykist hetta ikki vera galdandi í ár.
Treyðugt so, so verða helst nøkur mál til viðgerðar. Eitt nú tryggingarmálið, har tað við seinasta aðalfund varð álagt nevndini at finna fram til, hvørt tað ber til at skipa eina samlagstrygging millum føroysku feløgini, sum bæði tryggjaði leikarar og feløg. B71 hevur eisini áður verið frammi við, at tey ætla sær at leggja uppskot um broyting av dystunum um upp- og niðurflyting, soleiðis at tað framyvir bert verður talan um hin eina dystin í hesum førunum.
Hartil verða so eisini tey ymsu føstu málini so sum góðkenning av roknskapi, var av grannskoðara v.m. á skránni, og tó at hesi ikki plaga at krevja so øgiliga drúgva viðgerð, so er fíggjarligi parturin ein alsamt vaksandi partur av fótbóltinum, og tí eisini nakað, sum í alt størri mun viðkemur ymsu feløgunum.
Mynd: Børge
Børge B. Hansen hevur í 25 ár verið partur av nevndararbeiðinum hjá FSF, men líkt er til, at hann noyðist ígjøgnum stríðsval, um hann eisini skal vera í nevndini eftir komandi aðalfundin