Niclasen: Poul vil bara profilera seg

-Hetta tykist mest sum ein roynd hjá Poul Michelsen at profilera seg sjálvan. Samstarv førir til loysnir, men hetta er júst tað øvugta, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum heldur einki um ætlanirnar hjá Poul Michelsen, at stovan ein nýggjan flokk.

-Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum, tí hann helt seg ikki kunna gera sína ávirkan galdandi inni í flokkinum. Tað verður helst verri hjá honum, at fáa nakra ávirkan, um hann skal stovna ein nýggja flokk, sigur Jørgen Niclasen.

Formaður í Fólkaflokkinum heldur, at síðani Føroyar eru blivnar eitt valdømi sær út til, at hvør tingmaður má hava sín egna flokk.

-Nú eru vit uppi á fimm flokkum, sum siga seg verða á fullveldisvonginum. Tað ger tað als ikki lættari at røkka málinum, sigur Jørgen Niclasen.

Hann heldur, at vilja fólk røkka einum máli, er neyðugt at stilla seg saman í stórar eindir. Annars ber ikki til at fáa ávirkan á politisku skipanina.