Niels Christian frá sum stjóri

Í morgun boðaðin nevdnin í Elektron frá, at stjórin seinastu 19 árini er farin úr starvi.

– Nevndin í hevur gjørt av, at fyritøkan í størri mun enn nú skal leggja á­herðslu á tæn­ast­ur á før­oyska markn­að­inum, sum eru inn­tøku­geva­ndi fyri Elektron, sigur nevndin í fráboðanini.

Hetta merkir Elek­tr­on sleppur menn­ing­ar­ætl­an­u­num uttanlands.

Í hesum sambandi vildi stjór­in, Niels Christian Nols­øe, at verða loystur úr starvi.

Nevndin í Elektron hev­ur tikið hetta til eftirtektar og hevur tí í dag loyst Niels Christian Nolsøe úr starvi.

Kjartan Thomassen er sett­ur sum fyribilsstjóri. Hann hevur verið tekniskur stjóri á Elektron og hevur ver­ið ein av eigarunum og stjóri í Sam-Teld, sum Elek­tron keypti í 2007.

Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður, sigur, at felagið skal skifta kós.

– Elektron fer nú at nið­ur­laga virk­sem­ið utt­an­lands.Í­staðin skal gongd setast á menn­ingina innanlands.