Hans Jacob Joensen ger vart við, at talan ikki er um starvið hjá Henning Bøgesvang.
Tað er rætt, at ongin trupulleiki var at fáa prest í starvið hjá Bøgesvang. Ta ferðina, neyðugt varð at lýsa tríggjar ferðir, var tá Niels Pauli sjálvur vildi sleppa í farloyvi í sambandi við tingarbeiði í 1993, sigur bispur.
Niels Pauli, sum tá sat í løgtinginum fyri KrF, vildi sleppa úr tveimum triðingum av starvi sínum, og í tí sambandi varð søkt eftir hjálparpresti fyri Niels Paula.
Tað eydnaðist ikki at manna starvið fyrr enn triðju ferð, tá Poul Poulsen varð settur, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, sum fegnast um, at tað síðani hevur gingið betur at manna leysu prestastørvini í Føroyum.