Niels Petur Johannesen 40 ár

Mikudagin 26. november fylti Niels Petur Johannesen á Argjum 40 ár

Niels Petur er føddur og uppvaksin í Funningi, sonur Magdalenu og Svenning Johannesen.
Hann kom til Havnar í 1982 og koyrdi lastbil og brøjt hjá Jón Hansen, áðrenn hann fekk starv hjá Postverki Føroya í 1986. Hjá Postverkinum hevur hann arbeitt í nógv ár í sorteringini, men síðan 1999 hevur hann koyrt fast sum bilførari. Í frítíðini koyrir hann hjá Bussleiðini í Havn.
Niels Petur er giftur við Jonnu, f. Mortensen, av Argjum, tey eiga fýra børn: Mikkel, Súsanna, Fríða Kristina og Nikolina. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 29. november í heiminum á Argjum.