Nik & Jay klárir til brakið

- Tað snýr seg fyrst og fremst um tónleik, og tí vilja vit spæla so nógvar av okkara bestu sangum sum gjørligt, siga Nik & Jay áðrenn konsertina á Summar Festivalinum í kvøld. Í kvøld spæla Nik & Jay aftur í Føroyum. Teir eru eitt av stóru nøvnunum á Summar Festivalinum, sum byrjar í kvøld, og teir báðir jassarnir úr Danmark lova føroyingum eitt heilt serligt show í kvøld.

 

- Vit hava júst gjørt hetta showið, sum vit fara at framføra á Summar Festivalinum í kvøld. Føroyingar skulu uppliva, hvat vit hava tikist við, síðani vit vóru her seinast, sigur Nik.

 

- Tað snýr seg fyrst og fremst um tónleik, og tí vilja vit spæla so nógvar av okkara bestu sangum sum gjørligt. Vit hava eisini serligar gestir við okkum til Føroya hesaferð, so tað verður eitt øðrvísi upplivilsi, sigur hann.

 

Gestir hjá Nik & Jay í kvøld verða Joey Moe, Jinks og DJ Morten Breum, sum verður roknaður sum besti plátuvendari í Danmark.

 

Nik & Jay spæla á Stóra palli í kvøld klokkan 22.00.