Um vikuskiftið skipaði Bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kappingum í Miðvági. Sunnumorgunin skutu børn/ung 12 metur og sunnudagin seinnapart skutu tey vaksnu 18 metur.
Endin var, at Eigil Gudmundsen, Nikkel Petersen og Oddmar Nielsen stóðu eftir við gullheiðursmerkjum um hálsin. Allir tríggir høvdu besta úrslitið í innleiðandi umfarinum. Eigil og Oddmar vunnu eisini tryggar sigrar í semifinalunum og finaluni, men Nikkel Petersen vann við einans tveimum stigum móti Jóannesi Poulsen í finaluni.
4 skjúttar vóru møttir til kappingina hjá børnum og ungum, hesuferð bert recurveskjúttar.
Úrslitini vóru hesi:
Recurve:
Eigil Gudmundsen (V) (234+222) = 456
Baldur Unason (V) (219+221) = 440
Rebekka Olsen (T) (189+212) = 401
Fríði Thorsteinsson (T) (39+153) = 192
½ finalur:
Eigil – Fríði : 6 – 0
Baldur – Rebekka : 6 – 2
Bronsufinala:
Rebekka – Fríði : 6 – 0
Gullfinala:
Eigil – Baldur : 6 – 2
Hjá teimum vaksnu vóru 9 skjúttar møttir til kapping, 6 compound og 3 recurve, úrslitini hjá teimum gjørdust hesi:
Compound:
Nikkel Petersen (Ø) (290+288)=578
Jóannes Poulsen (Ø) (290+284)=574
Kaj Johannesen (Ø) (287+283)=570
Anja Eydnudóttir (V) (277+284)=561
Jógvan Niclasen (T) (279+281)=560
Rakul Dam (T) (260+264)=524
¼ finala:
Nikkel : Bye
Jóannes : Bye
Kaj – Rakul : 141 - 133
Anja – Jógvan : 139 – 140
½ finala:
Nikkel – Jógvan : 145 – 137
Jóannes – Kaj : 140 – 138
Bronsufinala:
Kaj – Jógvan : 137 – 141
Gullfinala:
Nikkel – Jóannes : 145 – 143
Recurve:
Oddmar Nielsen (Ø) (271+275)=541
Eggaba Andreasen (V) (270+257)=527
Jastrid M Jensen (V) (264+255)=519
½ finala:
Oddmar : Bye
Eggaba – Jastrid : 6 – 2
Gullfinala:
Oddmar – Eggaba : 6 – 2
Næsta kapping verður vikuskiftið 17 – 18 feb í høllini hjá Ørvi í Runavík.