Niklas: Stór uppliving frammanfyri 4.500 áskoðarum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Niklas Simonsen sum saman við liði sínum Tønder vann fyrra uppflytingardystin móti Kolding

##med2##

TM Tønder við Niklasi Simonsen á liðnum spældi í kvøld fyrsta av trimum møguligum uppflytingardystum ímóti KIF Kolding. Niklas Simonsen kom bert inn við eitt brotskast og kundi síggja málverjufelagan hjá sær gera nógvar týdningarmiklar bjargingar, ið førdu til, at TM Tønder vann fyrsta uppflytingardystin ímóti KIF Kolding við 23-25.

TM Tønder kann nú við sigri á heimavølli týskvøldið, vinna seg upp í fremstu donsku deildina. Danska TV2 vísir dystin beinleiðis.

- Tað var ein stór uppliving frammanfyri 4.500 áskoðarum, greiðir Niklas Simonsen frá í samrøðu við FM1.

Tað passar Niklasi og liðfeløgunum væl, at tað er so nógv fokus á gamla stórliðið, Kolding. Niklas sigur, at hann vil ikki "jinxa" nakað til dystin á heimavølli týskvøldið, men staðfestir, at við sigri ella javnleiki vinnur Tønder seg upp í bestu donsku hondbóltsdeildina.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Niklas Simonsen fyrr í dag.

Hoyr samrøðu við føroyska landsliðsmálverjan hjá Tønder, Niklas Simonsen