- Nissan gav mær breyð og smør á borðið

Nú Páll Danielsen um stutta tíð fer úr starvi hjá Auto Service, fer hann at koyra hýruvogn.

 

- Tað er við sorgblídni, at eg gevist hjá Auto Service hin 1. juli, har eg havi havt so nógv góð ár saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum. Men, eg eri samstundis ógvuliga spentur upp á nýggju avbjóðingina og lívsleiðina, sigur 58 ára gamli, Páll Danielsen, bilasølumaður hjá Auto Service.

Í juli mánaði í ár hevur hann verið í starvi hjá fyritøkuni í 40 ár.

Páll Danielsen byrjaði sum blaðungur hjá bilasøluni, sum tá var á Hálsi - í bygninginum, har PE-handilin er í dag, og síðan ár 2000 hevur arbeiðsplássið hjá honum verið Undir Krákugjógv 19, sum er við fótin á Oyggjarvegnum.

Nú gongur móti endanum á lívsleiðini hjá honum sum bilasølumaður, tí í summar fer Páll Danielsen í holt við annað virksemi, har hann verður sjálvstøðugur vinnurekandi. Hann fer nevniliga at koyra hýruvogn hjá P/F Bil.

- Tað var meira av tilvild, at eg kom í starv hjá Auto Service fyri sløkum 40 árum síðan. Eg hevði vinmenn, sum arbeiddu har, og fyrstu tíðina tók eg mær av ymiskum fyrifallandi, har eg eitt nú gjørdi bilar, sum skuldu út av húsinum, klárar og annars gekk hann arbeiðsplássinum til handa.

Men, tað tók ikki langa tíð, kanska eitt ár ella so, til hann gjørdist bilasølumaður burturav.

Tá Páll Danielsen hevði verið í starvi hjá Auto Service í nakrar mánaðir, spurdi Finnbogi Arge, stjóri, ein dagin, um hann vildi fara og royna ein bil fyri seg. Alt tekur sína tíð, og henda dagin var tað onkur, sum var komin við einum brúktum bili og skuldi keypa ein nýggjan.

Stjórin vildi hava at vita, hvør standurin á brúkta bilinum var.

##med2##

- Tá eg kom aftur, spurdi Finnbogi Arge, hvat eg helt, at vit kundu selja brúkta bilin fyri. Tað var dagliga, at fólk komu við bilum og vildu hava ein annan bil í staðin, og hetta var líka sum byrjanin til øll mín ár sum bilasølumaður.

Nú Páll Danielsen um stutta tíð fer úr starvi hjá Auto Service, fer hann at koyra hýruvogn. Hann hevur fingið tað koyrikort, sum krevst, og hann hevur fingið loyvi at koyra fyri Bil, eins og hann eisini hevur fingið v-tal og øll viðurskifti upp pláss.

Hann hevur ongantíð áður koyrt hýruvogn, og hann ásannar, at nýggja starvið sum sjálvstøðugur vinnurekandi verður eitt heilt annað lív, tó at tað á ein hátt hevur við bil og koyring at gera.

- Nissan er bilamerkið, sum øll hesi ár hevur givið mær breyð og smør á borðið, so hýruvognurin, sum er bílagdur, verður ein Nissan X-Trail, sum liggur um eina hálva miljón. Hetta er ein fínur og rúmligur bilur, sum er lættur at koma inn í og úr aftur, samstundis sum bilurin hevur gott viðførisrúm, sigur bilasølumaðurin, sum skjótt verður hýruvognsførari.

##med3##