Í morgin, leygardagin hin 30. november, letur tógvhandil upp í Fuglafirði, og tað er Katrin K. Petersen, sum býr í Fuglafirði, ið eigur og rekur handilin.
Snøgga navnið á nýggja handlinum, sum selur alt vanligt tógv, føroyskt og útlendskt, stokkar, heklinálir og ymiskt annað, er NoðaStova.
Handilin letur upp klokkan 10, og klokkan 13 verður móttøka, har Katrin K. Petersen vónar at síggja nógv fólk. - Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt, sigur hon.
Um hugskotið at byrja ein tógvhandil í Fuglafirði sigur Katrin Petursen soleiðis:
- Tað var í summar, at vit koyrdu ein sunnudagsbiltúr. Vit vóru í Norðurðoyggjum, og í Kunoy steðgaðu vit á, maðurin og eg. Veðrið var gott. Vit settu okkum á ein bonk norðan fyri bygdina at práta um leyst og fast.
Hon sigur, at brádliga fekk hon hugskotið at byrja ein tógvahandil í Fuglafirði, tí eingin handil er her, sum burturav selur tógv.
Stutt var frá hugskoti til íverksetan, og í morgin letur so NoðaStova upp í Fuglafirði.
- Eg eri ógvuliga spent, og eg vóni, at fólk fara at taka væl ímóti handlinum, leggur Katrin K. Petersen aftrat.
##med2##